Tað eru bara nakrir dagar síðani síðstu kapping, men longu nú leygardagin verður aftur farið at kappast.
Hesaferð er tað 5. Grand Prix-umfar, sum er á skránni. Kappingin verður í høllini á Hálsi í Havn, og hon byrjar leygardagin kl.12:00.
Leikarar verða bidnir um at møta til upphiting kl.11:30, og kappingin byrjar sum nevnt um 12-tíðina ella so skjótt leikarar, ið koma norður við Smyrli, eru tilreiðar.
Samlaða støðan í Grand Prix-kappingini sæst annars her.
