Ársins fyrsta kapping í Grand Prix-kappingini varð spæld í høllini í Trongisvági í dag, har 48 leikarar dystaðust í átta ymiskum bólkum.
Í fremsta bólkinum, A-bólkinum, fór Ári Fríðason Jensen avstað við sigrinum frammanfyri nærmasta kappingarneytan, Rasmus Teitsson í Skorini, báðir úr Tór. Teir báðir dystast eisini í samlaðu kappingini hjá monnum, og her hevur Ári nú vunnið sær ein lítlan fyrimun.
Í B-bólkinum var tað kvinnuligi føroyameistarin, útisetin Britt Michelsen, sum í vitjan síni heima á klettunum hevði meldað seg til kappingina og við ruddiligum sigrum í øllum dystunum vísti, at tað enn liggur væl fyri.
Í hinum bólkunum eru tað serliga fleiri av ungu leikarunum, sum nú ota seg frameftir í samlaðu kappingini, hvørs støða í løtuni verður tald saman og kunngjørd her á heimasíðuni fyrsta dagin.
Næsta kapping verður um einans seks dagar - nevniliga komandi leygardag, tá fimta Grand Prix-umfar verður spælt í høllini á Hálsi í Havn.
Niðanfyri síggjast úrslit frá dagsins kapping, og niðast síggjast myndir av bólkavinnarunum.
Bólkur A
1. Ári Fríðason Jensen (Tór)
2. Rasmus Teitsson í Skorini (Tór)
3. Vagnur Kjærbech Nolsøe (TBF)
4. Poul Knút Poulsen (TBF)
5. Tórur Eið Eliasen (Tór)
6. Jósva Fonsdal Højgaard (TBF)
7. Edvard Faa Nårstad (TBF)
8. Suni á Lava (Tór)
Bólkur B
1. Britt Michelsen (TBF)
2. Elsa Kathrina Gisladóttir (Tór)
3. Elinborg C. Mortensen (TBF)
4. Teitur Haraldsen Albinus (Tór)
5. Kai Roest (TBF)
6. Hadassa S. Christiansen (Tór)
7. Gudmundur Djurhuus (TBF)
8. Dánjal Jacobsen (Tór)
Bólkur C
1. Noam Suni Djurhuus (Tór)
2. Nóam á Rógvi (Tór)
3. Pumin Poulsen (TBF)
4. Pætur Tróndarson (Tór)
5. Benjamin Simonsen (TBF)
Bólkur D
1. Heri Guðlaugsson (Tór)
2. Geiri P. Augustinussen (TBF)
3. Allan Christiansen (TBF)
4. Maiken Hammer (TBF)
Bólkur E
1. Liam Steinkross (TBF)
2. Filip Thorsteinsson (Tór)
3. Dávur Dionsson (TBF)
4. Ísak Torkilsson (TBF)
5. Martin Eið Eliasen (TBF)
6. Einar Norðberg (TBF)
Bólkur F
1. Helgi Hovgaard (TBF)
2. Dávid Simonsen (TBF)
3. Ísak Thomsen (TBF)
4. Johan Jacobsen (Tór)
5. Jónas Teitsson í Skorini (Tór)
Bólkur G
1. Einar Weihe Johansen (TBF)
2. Angelina Øster (TBF)
3. Dávid Mellemgaard (TBF)
4. Kaja Thomsen (TBF)
5. Bára Sørensen (TBF)
6. Rósa í Dali (TBF)
Bólkur H
1. Jónas Bech (TBF)
2. Helga Mortensen (TBF)
3. Askur í Dali (TBF)
4. Julian Øster (TBF)
5. Ólavur Weihe Johansen (TBF)
6. William Roest (TBF)
