update.jpg

Avgerandi Grand Prix-umfar verður leygardagin

Nú leygardagin tann 15. februar verður 6. og seinasta Grand Prix-umfar í ársins kappingarári spælt í Høllini á Hálsi í Havn.

Spenningur er í fleiri deildum, so kappingin leygardagin kann gerast avgerandi fyri fleiri leikarar. Samlaða Grand Prix-støðan sæst her.

Kappingin byrjar kl.12:00, og aftaná verður heiðursmerkjahandan.

Leikarar verða bidnir um at møta eina løtu áðrenn og melda seg til við dómaraborðið.