Forsíða Tíðindi Tríggjar føroyskar bronsur í Týsklandi

Tríggjar føroyskar bronsur í Týsklandi

07.04.2026

Páskaferiuna hava fimm ungir føroyskir borðtennisleikarar brúkt í Týsklandi, nærri nágreiniliga í týska býnum Flensburg, har teir hava luttikið í árligu kappingini, Oster Cup, sum fyri tað mesta er ein liðkapping, tó eisini við einum degi við einmansleiki.

Føroyingarnir, sum luttóku, vóru Elsa Kathrina Gisladóttir, Josvá F. Højgaard, Hadassa S. Christiansen, Rasmus Teitsson í Skorini og Suni á Lava. Ein ungdómshópur við leikarum, sum hava vant ógvuliga dúgliga hetta kappingarárið.

Nógva venjingin lønar seg, og leikararnir sluppu av álvara at royna flogið í kappingini, sum var ógvuliga stinn við luttøku úr eitt nú Týsklandi, Svøríki, Írlandi, Danmark og so eisini Føroyum. Í nógvum førum var mótstøðan eisini ov stinn til at trínast kundi á heiðursmerkjapallin, men góða dystarvenjingin er ein vinningur í sjálvum sær.

Rasmus Teitsson í Skorini toyggir seg eftir bóltinum.

Okkurt føroyskt heiðursmerki bleiv tað tó til. Rasmus Teitsson í Skorini, sum í liðkappingini luttók við donsku leikarunum Emil D. Ravnborg og Eskil Ladegaard Kure, báðir úr Aarhus-felagnum Sisu/MBK, vunnu bronsu í U15-liðkappingini, har heili 15 lið annars vóru við.

Rasmus spældi fyri tað mesta sum eitt’ari og tvey’ari á liðnum og vann hópin av dystum, so hann átti sín avgjørda lut í bronsuheiðursmerkinum. Eitt bronsuheiðursmerki vann hann eisini sjálvur, nevniliga í U15-kappingini í einmansleiki, har hann gjørdist nummar trý í B-kappingini.

Eisini Jósva F. Højgaard vann bronsu í liðkappingini saman við donsku liðfeløgum sínum, Hlib, Silas og Malthe. Hetta var í U19-kappingini.

Hópurin, sum fór úr Føroyum skírisdag og var aftur á klettunum 2. páskadag, er nú saman við so mongum øðrum farin at fyrireika seg til FM-kappingina, sum verður í høllini á Hálsi nú fríggjadagin og leygardagin.