Jón Tórur Holm (mittast) vann miðaldeildina í fjør frammanfyri Andras Nolsøe (t.v.) og Birgir Carlsson (t.h.)
Borðtennissamband Føroya skipar aftur í ár fyri FM í miðaldeildini, sum er ein opin kapping fyri øllum áhugaðum. Hendan kappingin var eisini á skránni í fjør, og tá eydnaðist hon væl.
FM í miðaldeildini verður spælt í høllini á Hálsi fríggjakvøldið 26. apríl kl.18.45. Luttakarar verða bidnir um at møta í góðari tíð. Heiðursmerki verða latin til trý tey fremstu.
Øll eru vælkomin!