Hadassa S. Christiansen
Føroysku A-landsliðini hjá kvinnum og monnum hava um vikuskiftið luttikið í Belgian Open í belgiska býnum Verviers. Her luttóku lond so sum Danmark, Svøríki, Belgia, Holland og Kekkia.
Talan var um er eina stinna kapping á ETTU-støði, har nógvir fulltíðar borðtennisleikarar vóru við. Hetta merktu føroysku leikararnir eisini, men teir smæddust ikki burtur, og tey flestu vunnu onkrar dystir.
Kappast varð í U21 og vaksnum. Hjá vaksnum var kappingarskipanin soleiðis, at spælt varð víðarispæl til allarsíðstu plasering, og tískil fingu føroysku leikararnir eina rúgvu av dystum.
Føroysku leikararnir, sum luttóku í Belgian Open vóru Albert Weihe Wolfsberg, Anja Wongwai, Ári Fríðason Jensen, Britt Michelsen, Elsa Kathrina Gisladóttir, Hadassa S. Christiansen og Rasmus Teitsson í Skorini. Venjarar vóru Simon Nykjær og Pætur Albinus.
Hetta vóru fyrstu almennu A-landsdystir hjá Rasmusi Teitssyni í Skorini, Hadassu S. Christiansen og Elsu Kathrinu Gisladótir. Tey eru ávikavist 14, 15 og 17 ára gomul.
Næsta uppgávan hjá føroyska A-landsliðnum verður 10. og 11. oktober í Aarhus Open, har føroyska ungdómslandsliðið eisini verður við.
Niðanfyri síggjast fleiri myndir frá Belgian Open.