Luttakarar á venjaraskeiðnum í Brøndby.

Seks føroyingar tikið venjaraprógv í Danmark

Um vikuskiftið hava seks føroyingar luttikið á venjaraskeiði, sum danska borðtennissambandið skipaði fyri. Talan var um eitt grundskeið, og tað fór fram í Idrættens Hus í Brøndby.

Høvuðsevnið á skeiðnum var hvussu ein skapar eldhugaðar venjarar við bæði borðtennisfakligum evnum og samstundis skapar góðan trivnað og sambond í feløgunum.

Undirvísarar vóru Morten Olsen og Mads Westermann, báðir frá Bordtennis Danmark.

Borðtennissamband Føroya fegnast um, at seks venjarar nú hava fingið prógv og nýggjan íblástur til venjingina úti í feløgunum, har tey gera eitt stórt arbeiði.

Ætlanir eru um at bjóða fleir áhugaðum á venjaraskeið framyvir. Hetta kunnu eisini vera heilt nýggj, sum ynskja grundfrálæru í borðtennis. Áhugað kunnu senda teldupost á btsf@btsf.fo.

Føroysku luttakararnir á skeiðnum í Brøndby vóru:

Elinborg Christel Mortensen (TBF)
Elsa Kathrina Gisladóttir (Tór)
Hadassa Schwartson Christiansen (Tór)
Jósva Fonsdal Højgaard (TBF)
Maiken Hammer (TBF)
Teitur Haraldsen Albinus (Tór)