Mortan Vang, MTV Byggivirkið, og Elinborg C. Mortensen, næstforkvinna í Borðtennissambandi Føroya
Borðtennissamband Føroya fegnast um, at stuðulsavtala er gjørd við MTV Byggivirkið, sum verður høvuðsstuðul komandi tvey árini.
Stuðulsavtalan hevur við sær, at tær heimligu Grand Prix-kappingarnar komandi tvey kappingarárini fara at eita MTV Grand Prix.
Umframt hetta gerst MTV Byggivirkið ein sjónligur viðleikari í føroyskum borðtennis sum heild, og fer eitt nú at prýða nýggju landsliðsklæðini, sum koma í næstum.
Borðtennissamband Føroya takkar MTV Byggivirkið fyri hesa stuðulsavtalu, og gleðir seg til samstarvið komandi tvey árini.
Á myndini omanfyri síggjast Mortan Vang, stjóri í MTV Byggivirkið, og Elinborg C. Mortensen, næstforkvinna í Borðtennissambandi Føroya.