Myndir og úrslit frá fyrstu kappingini

Leygardagin 1. november fór føroyska kappingarárið í borðtennis av álvara av bakkastokki, tá skipað varð fyri fyrstu kappingini hetta kappingarárið, nevniliga 1. Grand Prix-umfar í høllini á Hálsi í Havn.

Leikarar høvdu sum vera man glett seg til loksins at sleppa at kappast aftur, og tað sást eisini aftur á tilmeldingini, tí 46 leikarar høvdu meldað seg til. Heaferð varð spælt í einari av størru hallunum í ovaru hæddini í høllini á Hálsi.

Spælt varð í sjey ymiskum bólkum, frá A til G, og umframt mong væl kend andlit, so var eisini hugaligt at síggja nógvar leikarar, sum vóru til borðtenniskapping á fyrsta seinni. Grand Prix-kappingin er nevniliga vinarlig fyri øll.

Grand Prix er skipað soleiðis, at tveir teir fremstu leikararnir í hvørjum bólki flyta upp og tveir teir aftastu flyta niður, og samstundis savna leikararnir sær stig. Støðan verður tald saman so líðandi, og tá allar sjey Grand Prix-kappingarnar eur spældar, fáa trý tey bestu í hvørjum aldursbólki handað heiðursmerki.

2. Grand Prix-umfar verður spælt í Trongisvági sunnudagin 16. november. Sí annars allan kappingarkalendaran her.

Niðanfyri síggjast úrslitini frá 1. Grand Prix-umfari, og niðast er eisini eitt myndasavn.


Úrslit - 1. Grand Prix umfar


Bólkur A
1. Fróði Fríðason Jensen (Tór)
2. Ári Fríðason Jensen (Tór)
3. Rasmus Teitsson í Skorini (Tór)
4. Vagnur Kjærbech Nolsøe (TBF)
5. Jósvá Fonsdal Højgaard (TBF)
6. Poul Knút Poulsen (TBF)
7. Elsa Kathrina Gisladóttir (Tór)
8. Jóel Eivinsson Bringsberg (Tór)
9. Jákup Margar Debes (Tór)
10. Hadassa Christiansen (Tór)

Bólkur B
1. Fríði Jensen (TBF)
2. Bogi Gardar Bringsberg (Tór)
3. Suni á Lava (Tór)
4. Brandur B. Johannesen (Tór)
5. Rókur Løkjá (Tór)
6. Benjamin Simonsen (TBF)

Bólkur C
1. Høgni W. Dalsgaard (Tór)
2. Gudmund Djurhuus (TBF)
3. Liam Steinkross (TBF)
4. Allan Christianson (TBF)
5. Dávid Simonsen (TBF)
6. Elias O. Olsen (Tór)

Bólkur D
1. Ruben Benbakoura (Tór)
2. Noam Suni Durhuus (Tór)
3. Geiri Augustinussen TBF
4. Heri Guðlaugsson (Tór)
5. Rói Mortensen TBF
6. Mattias Dimon TBF

Bólkur E
1. Dánjal Jacobsen (Tór)
2. Nóam á Rógvu (Tór)
3. Meikin Hammer TBF
4. Dávur Dionsson TBF
5. Martin Eið Eliasen (Tór)
6. Jónas Teitsson í Skorini (Tór)

Bólkur F
1. Pætur Tróndarson (Tór)
2. Ísak Torkilsson (Tór)
3. Jónas Thomsen (TBF)
4. Angelina Øster (TBF)
5. Kaja Thomsen (TBF)
6. Rósa í Dali (TBF)

Bólkur G
1. Einar Norðberg (TBF)
2. Dávid Mellemgaard (TBF)
3. Ísak Thomsen (TBF)
4. Helga N. Mortensen (TBF)
5. Adriel Djurhuus (Tór)
6. Nathan L. Jespersen (TBF)