Nú sunnudagin 22. februar verður aftur farið at kappast í borðtennis. Hesaferð er talan um 6. Grand Prix-umfar.
Kappingin verður í høllini í Trongisvági, og hon byrjar umleið kl.13:30 tá leikarar norðanífrá eru komnir í høllina.
Neyðugt er at melda seg til við dómaraborðið tá ein kemur í høllina.
Talan er um næstseinasta Grand Prix-umfar. Sjeynda og seinasta umfar verður í Havn 7. mars.
Samlaða støðan í Grand Prix-kappingini sæst HER.
