Poul Knút Poulsen (t.v.) og Rasmus Teitsson í Skorini (t.h.)

Góð úrslit í Odense

Um vikuskiftið hava fimm føroyingar luttikið í donsku kappingini OB Bordtennis Open í Odense - ein kapping, sum er partur av teimum árligu Grand Prix-stevnunum í Danmark, har leikarar savna sær stig í eini samlaðari kapping meinlíkt føroysku Grand Prix-skipanini.

Føroysku leikararnir, sum luttóku, vóru Elsa Kathrina Gisladóttir, Jósva Fonsdal Højgaard, Poul Knút Poulsen, Rasmus Teitsson í Skorini og Suni á Lava.

Jósva til reiðar at taka ímóti eini servu.

Allir føroyingarnir tóku lut í mest møguligum kappingum, tað vil siga tveimum kappingum leygardagin og tveimum sunnudagin, og hóast hetta bleiv drúgt og strævið, so var hetta eisini lykilin til at fáa tað nógvu og kærkomnu dystarvenjingina ímóti útlendskum leikarum.

Poul Knút (í grønari troyggju) dystast ímóti donskum leikara.

Tveir føroyingar náddu heilt langt. Rasmus Teitsson í Skorini kom í fjórðingsfinalurnar í Drenge Elite og Åben 2, og somuleiðis í hálvfinalurnar í Åben 1 og Herre Junior B. Poul Knút Poulsen kom í hálvfinaluna í Herre Junior C, og vunnu teir báðir gávukort fyri hesi avrikini.

Ungdómslandsliðið er sera virkið serliga í vetrarhálvuni, og tað er ikki leingi til næstu kapping. Longu síðst í januar verður farið til Íslands at luttaka í BH Open í Hafnafirði, og her luttaka væntandi eisini nakrir leikararar frá føroyska A-landsliðnum.

Suni, aftastur í myndini, dystast ímóti Tristan.