Fyrsta kappingin verður leygardagin

Nú leygardagin verður kappingarárið av álvara skotið í gongd. Tá verður nevniliga fyrsta kappingin í hesum kappingarárinum. Talan er um 1. umfar í Grand Prix-kappingini, og spælt verður í Havn.

Kappingin verður leygardagin 1. november kl.12:00 í høllini á Hálsi. Tilmeldingin fer fram við dómaraborðið beint áðrenn kappingin byrjar.

Leikarar í høvuðsstaðarøkinum møta kl.11:30, meðan leikarar úr Suðuroynni flest allir koma við Smyrli, sum leggur at bryggju í Havn um sama mundið - og náa sostatt kappingina.

Øll kappast saman óansæð kyn og aldur, men bólkarnir eru skipaðir eftir styrki, og sostatt er kappingin sera góð og vinarlig fyri øll – eisini nýbyrjarar.

Grand Prix-kappingin er samstundis soleiðis skipað, at leikarar savna sær stig í hvørjari kapping, og tá allar sjey eru spældar, fáa samanløgdu vinnararnir heiðursmerki.

Sí eisini: Kappingarskráin

Harumframt fáa allir bólkavinnarar í hvørjari kapping – eisini nú leygardagin – ein vinning. Talan er um borðtennisútgerð, sum vinnarin sjálvur velur sær úr rúgvuni av vinningum.

Borðtennissamband Føroya ynskir øllum eitt gott kappingarár.