Forsíða Tíðindi Fyrsta kappingin verður leygardagin

Fyrsta kappingin verður leygardagin

27.09.2026

Bíðað hevur verið við spenningi, og nú eru einans heilt fáir dagar til fyrsta kappingin í nýggja kappingarárinum í borðtennis verður spæld.

Hetta verður leygardagin 3. oktober, tá 1. umfar í MTV Grand Prix-kappingini er á skránni. Nýggja heitið MTV kemst av nýggja høvuðsstuðlinum, MTV Byggivirkið.

Kappingin leygardagin byrjar kl.12:00, og heitt verður á leikarar um at møta eina løtu áðrenn. Tilmeldingin fer fram við dómaraborðið tá møtt verður í høllini.

Grand Prix-kappingin er eins og undanfarin ár skipað í sjey umfør aðruhvørjaferð í Tórshavn og í Trongisvági, har leikararnir savna sær stig saman. At enda verða trý tey fremstu í hvørjum aldursbólki útnevnd sum samlaðir vinnarar.