F.v. Josvá Fonsdal Højgaard, Ári Fríðason Jensen, Rasmus Teitsson í Skorini, Vagnur Kjærbech Nolsøe, Poul Knút Poulsen, Hadassa Schwartson Christiansen, Elsa Kathrina Gisladóttir.

Føroyskir leikarar kappast í Aarhus

Nú um vikuskiftið 11. – 12. oktober luttaka seks føroyskir borðtennisleikarar í donsku kappingini Aarhus Open, sum verður spælt í Brabrand, har vesturi í Aarhus.

Hetta er fyrsta uttanlandskappingin hjá føroysku leikarunum í ár. Seinni í hesum kappingar verða eisini aðrar kappingar í eitt nú Danmark og í Íslandi.

Aarhus Open verður spæld leygardagin og sunnudagin, og føroysku leikararnir luttaka flest allir í fýra ymiskum aldurs- og styrkibólkum býttar út á hesar báðar dagarnar.

Eftir kappingina fara leikararnir beinleiðis víðari á eina tríggjar dagar langa venjingarlegu í danska býnum Tjele, har vant verður saman við donskum leikarum.

Heystferia er hjá bæði føroyskum og donskum skúlaungdómi, so gott er at síggja hesar røsku leikararnir nýta feriuna upp á borðtennis og gott samanhald.

Tað er Vagnur Kjærbech Nolsøe, sum er ferðaleiðari, og við at hjálpa eru eisini teir báðir Aarhus-búgvarnir, Pætur Albinus, og landsliðsvenjarin, Simon Nykjær-Fisher.

Føroyski hópurin:

Ári Fríðason Jensen (Tór)
Elsa Kathrina Gisldadóttir (Tór)
Jósva Fonsdal Højgaard (TBF)
Hadassa S. Christiansen (Tór)
Poul Knút Poulsen (TBF)
Rasmus Teitsson í Skorini (Tór)