Forsíða Tíðindi Fleiri føroysk heiðursmerki í Aarhus

Fleiri føroysk heiðursmerki í Aarhus

12.10.2026

Um vikuskiftið hava 10 føroyskir leikarar luttikið í stóru donsku kappingini, Aarhus Open, har omanfyri 300 leikarar luttóku. Føroyski hópurin taldi í stóran mun blaðungar leikarar, sum á fyrsta sinni royndu seg uttanfyri landoddarnar.

Føroyingarnir, sum vóru við í kappingini, vóru Rasmus Teitsson í Skorini, Nóam á Rógvu, Angelina Øster, Dánial Jacobsen, Heini Mouritsen, Martin Eið Eliasen, Helgi Hovgaard, Noam Suni Durhuus, Elsa Kathrina Gisladóttir og Suni á Lava.

Ein av fyrimununum við donsku stevnunum er, at tað ber til at melda seg til ymisk støði, og nú hetta var fyrsta kappingin hjá flestu í hópinum, luttóku mong teirra í C- og D-kappingum, sum mett var at vera eitt hóskandi støði at byrja við.

Og væl gekk, tí ungu føroyingarnir smæddust als ikki burtur, og flestu teirra komu heilt langt í kappingunum, og næstuferð farið verður til Danmarkar er longu vert at umhugsa, hvørt tey mugu sleppa at royna seg í enn stinnari kappingum.

F.v.: Helgi Hovgaard, Dánjal Jacobsen og Noam Suni Durhuus.

Tað var ikki minst í Yngre Drenge C, at føroyingar gjørdu vart við seg. Her kom Helgi Hovgaard allan vegin í finaluna, sum hann tó tapti, men fekk eitt flott silvurheiðursmerki. Liðfelagar hansara, Dánjal Jacobsen og Noam Suni Durhuus, komu í hálvfinalurnar og fingu bronsu.

Dánjal Jacobsen og Noam Suni Durhuus fingu eitt heiðursmerki afturat. Teir hittust nevniliga í B-finaluni í Drenge B og syrgdu fyri føroyskum gulli og silvuri.

Rasmus Teitsson í Skorini og Elsa Kathrina Gisladóttir, sum ávikavist 14- og 17-ára gomul herfyri fingu sínar fyrstu A-landsdystir fyri Føroyar, útmerkaðu seg eisini og endaðu millum tey fremstu í nøkrum av teirra kappingum.

Elsa Kathrina Gisladóttir og Rasmus Teitsson í Skorini.

Rasmus hevði eina drúgva kapping í U21B, har hann vann seks dystir á rað og spældi seg heilt í finaluna, sum hann tó tapti og mátti taka til takkar við silvuri. Í Drenge Elite, sum er stinnasta kappingin í árgangi hansara, vann hann bólk sín greitt og eisini fyrsta dystin í víðarispælinum, men reyk út í 1/8-finaluni.

Elsa Kathrina Gisladóttir vann Dame Ungdom B-kappingina, og í U21 C, har bæði menn og kvinnur vóru við, bleiv hon nummar trý. Elsa Kathrina roynist væl við antispin í bakhondini, og gjørdist fyrr í ár føroyameistari á fyrsta sinni.

Nóam Johansson á Rógvu (t.h.) í dysti við góðum stuðli frá liðfeløgum aftanfyri seg.

At vinna heiðursmerki er eitt, men ungu føroyingarnir hava sum heild vunnið sær nakrar framúr góðar royndir í Aarhus um vikuskiftið. Tey hava hvør sum ein sjónliga ment seg, og eftir kappingina eru tey nú farin á venjingarlegu í Viby, sum eisini er í Aarhus.

Her venja tey tvær ferðir um dagin fram til og við mikukvøldið, og hósdagin verður kósin aftur sett ímóti Føroyum eftir eina drúgva borðtennisviku í Aarhus. 

Niðanfyri síggjast fleiri myndir frá kappingini.