Forsíða Tíðindi Dómaraskeið verður 31. oktober

Dómaraskeið verður 31. oktober

12.09.2026

Leygardagin 31. oktober skipar Borðtennisamband Føroya fyri dómaraskeiði, har undirvísarin verður altjóða dómarin og instruktørurin, danski Mark Beckmann.

Skeiðið verður í Eysturskúlanum í Havn. Talan er um byrjunarskeið, so her kunnu øll vera við.

Hetta er ein góður møguleiki, um ein ynskir at vera hjálparfólk á oyggjaleikum næsta summar og kanska døma nakrar dystir.

Tilmelding fer fram við at senda teldupost til btsf@btsf.fo áðrenn 28. oktober.