Nú skal alt avgerast í føroysku Grand Prix-kappingini, tá 7. og seinasta umfar í Grand Prix-røðini í ár verður spælt í høllini á Hálsi í Havn leygardagin 8. mars.
Kappingin byrjar kl.12:00, og leikarar verða bidnir um at møta eina løtu áðrenn til upphiting og tilmelding við dómaraborðið.
Eftir kappingina verður heiðursmerkjahandan til tríggjar teir fremstu leikararnar í hvørjum aldursbólki.
Samlaða Grand Prix-støðan sæst HER.
