Átta føroyingar kappaðust í Hafnarfirði

Nakrir leikarar á føroysku ungdóms- og A-landsliðum hava um vikuskiftið verið í Íslandi og luttikið í kappingini BH Open, sum er ein árliga afturvendandi kapping í Hafnarfirði, har føroyingar javnan hava luttikið áður. Talan er um eina stinna kapping fyri bæði ungdóm og vaksin, og bæði í støði og sosialt passar hon væl til føroyingar.

Fyrsta føroyska heiðursmerkið kom í hús tíðliga leygardagin. Hesum stóð Rasmus Teitsson í Skorini fyri. Hann vann U15A-kappingina, og tað var eisini um reppið, at hann vann U19A-kappingina. Her kom hann í finaluna, men tapti tepurt 3-2 í finaluni ímóti William Si Chang úr svenska felagnum, Lund.

Rasmus er framvegis bara 13 ára gamal, og dystaðist sostatt fyri tað mesta ímóti væl eldri leikarum.

Eitt annað gullheiðursmerki kom eisini í hús hendan leygardagin. Tað var Suni á Lava, sum vann hetta í U19B-kappingini. Suni spældi sum heild væl og gjørdi eisini um seg í U15A-kappingini, har hann spældi seg heilt í hálvfinaluna og harvið vann bronsu.

Hetta vóru tó ikki seinastu heiðursmerkini hjá teimum báðum Tór-vinmonnunum, Rasmusi og Suna, tí sunnudagin vóru teir í parti í liðkappingini, og her megnaðu teir at vinna bronsu í C-kappingini.

Suni á Lava hevði eitt gott vikuskifti í Íslandi.

Sunnudagin vóru eisini føroysk heiðursmerki. Eitt teirra vann A-landsliðsleikarin, Albert Weihe Wolfsberg, sum var komin til Íslands úr Hillerød, har hann býr og spælir borðtennis. Hetta heiðursmerki var í grundini í einari aðrari kapping, nevniliga stóru ítróttakappingini Reykjavík International Games, sum um sama mundið - einans eitt gott korter úr hinari høllini - varð spæld og fyriskipað soleiðis, at leikarar kundu luttaka í báðum kappingunum.

Albert gjørdi bart og vann bronsu í Reykjavík International Games. Nevnast kann, at hann í fjórðingsfinaluni vann frálíkan 4-3-sigur á tí annars stinna íslendska landsliðsleikaranum, Magnúsi Jóhann Hjartarsyni. Í hálvfinaluni gjørdist hann ov stuttur og tapti 4-0 ímóti pólska Maksymilian Alot, sum seinni vann kappingina.

Albert var flúgvandi í Reykjavík International Games.

Í liðkappingini sunnudagin spældi Albert saman við Ára Fríðasyni Jensen. Teir báðir gjørdust nummar trý í bólkaspælinum í A-bólkinum, og spældu síðani plaseringsdyst. Hendan dystin vunnu teir eftir eitt stórt comeback, tá Ári í fimta og avgerandi dystinum var aftanfyri 0-2 í settum, men ongantíð misti mótið og fekk kúgvent gongdini til ein søtan og harðvunnan 3-2-sigur - og harvið samstundis eisini ein 3-2-sigur í samlaða liðdystinum.

Albert Weihe Wolfsberg (t.v.) og Ári Fríðason Jensen (t.h.)

Tær báðar føroysku kvinnurnar í kappingini, Elsa Kathrina Gisladóttir og Hadassa Schwartson Christiansen, komu eiheldur tómhentar aftur til Føroya. Tær vunnu nevniliga bronsu í D-bólkinum í liðkappingini, har tær í bronsudystunum vóru í einum sonnum gysara ímóti Hrefnu Namfa Finnsdóttir og Onnu Marczak.

Her var neyðugt við einum fimta og avgerandi dysti, áðrenn ein góður samlaður 3-2-sigur kom í hús. Elsa Kathrina og Hadassa vunnu tvímansleikin 11-9 í avgerandi setti, og í einmansleikunum var Elsa Kathrina, sum nú spælir við antispin í eina belegninginum, ikki til at syfta. Hon vann báðar sínar dystir.

Elsa Kathrina Gisladóttir (t.v.) og Hadassa Schwartson Christiansen (t.h.)

Jósva Fonsdal Højgaard og Poul Knút Poulsen spældu saman í liðkappingini, og teir vóru við í C-kappingini, har mótstøðan var rættiliga stinn, men gott var hjá teimum báðum at fáa ein sigur í síðsta dystinum, sum var ein plaseringsdystur fyri 3’arar. Hendan dystin vunnu teir ímóti Magnúsi Thor Holloway og Péturi Xiaofeng Árnasyni.

Jósvá Fonsdal Højgaard servar, og liðfelagin, Poul Knút Poulsen, er tilreiðar.

Føroyska ferðalagið, sum eisini taldi føroyska landsliðsvenjaran, Simon Nykjær-Fisher, og liðleiðaran, Gisla Sveinbjørnsson við soninum Sveinbjørn, kom aftur í Vágar seinnapartin, og semja var um, at hetta aftur í ár var ein frálíka væl eydnað kapping, sum miðað verður ímóti at luttaka í aftur næsta ár.

Myndir: Ingimar Ingimarsson / Borðtennisdeild BH