Ársins fyrsta kapping í Trongisvági sunnudagin

Nú sunnudagin 11. januar verður ársins fyrsta borðtenniskapping spæld. Talan er um 4. Grand Prix-umfar, sum verður spælt í høllini í Trongisvági.

Kappingin byrjar kl.13:30, og leikarar verða bidnir um at melda seg til við dómaraborðið eina løtu frammanundan.

Samlaða støðan eftir fyrstu trý umførini í Grand Prix-kappingini sæst her.