Forsíða Tíðindi Anja og Bára vunnu eisini kvinnuunglinga-FM

Anja og Bára vunnu eisini kvinnuunglinga-FM

21.03.2015

Anja Wongwai og Bára Guttesen fóru heim við nógvum heiðursmerkjum eftir at seinastu bóltarnir vórðu slidnir í Høllini í Trongisvági í dag. Tær vunnu finaluna á Britt Michelsen og Marin Elisabeth Poulsen úr Royn sum fingu uppibornar silvurkrónur.