Ein av broytingunum í ár hevur verið, at tá borðtenniskappingar eru í Havn, verður spælt í ovaru hæddini í høllini á Hálsi, og ikki í minnu høllini í niðaru hæddini, har borðtennisfelagið Tór annars heldur til.
Og orsøkin er gleðilig. Hetta er nevniliga neyðugt fyri at hýsa øllum leikarunum, sum melda seg til kappingarnar í ár. Luttakaratalið er støðugt vaksandi, og einki undantak var hetta vikuskiftið, nú triðja Grand Prix-umfar varð spælt leygardagin 22. november.
63 leikarar vóru tilmeldaðir, og hetta eru enn fleiri enn í øðrum Grand Prix-umfari fyri viku síðani, tá annars metnógvir 57 leikarar kappaðust í høllini í Trongisvági.
Kappast varð í níggju bólkum, og úrslitini síggjast niðanfyri. Tann nýggja og dagførda samanlagda Grand Prix-støðan verður gjørd upp og løgd út her á heimasíðuna mitt í vikuni.
Niðast sæst eisini eitt myndasavn frá dagsins kapping.
Grand Prix 3 - úrslit
Bólkur A
1. Fróði F. Jensen (Tór)
2. Ári F. Jensen (Tór)
3. Rasmus T. í Skorini (Tór)
4. Edvard F. Nårstad (TBF)
5. Jósva Højgaard (TBF)
6. Tórður Eið Eliasen (Tór)
7. Poul Knút Poulsen (TBF)
8. Jóel Bringsberg (Tór)
9. Elsa Kathrina Gisladóttir (Tór)
10. Elinborg C. Mortensen (TBF)
Bólkur B
1. Suni á Lava (Tór)
2. Bogi Bringsberg (Tór)
3. Rói S. Hjaltason (Tór)
4. Teitur H. Albinus (Tór)
5. Brandur B. Johannesen (Tór)
6. Reidar Petersen (TBF)
7. Noam S. Durhuus (Tór)
Bólkur C
1. Gudmund Djurhuus (TBF)
2. Dánjal Jacobsen (Tór)
3. Benjamin Simonsen (TBF)
4. Ruben Benbakoura (Tór)
5. Høgni W. Dalsgaard (Tór)
6. Rókur Løkjá (Tór)
7. Heri Guðlaugsson (Tór)
Bólkur D
1. Pætur Tróndarson (Tór)
2. Nóam á Rógvu (Tór)
3. Allan Christiansen (TBF)
4. Elias Olsen (Tór)
5. Liam Steinkross (TBF)
6. Ísak Torkilsson (Tór)
Bólkur E
1. Geiri P. Augustinussen (TBF)
2. Maiken Hammer (TBF)
3. Martin Eið Eliasen (Tór)
4. Filip Thorsteinsson (TBF)
5. Dávur Dionsson (TBF)
6. Dávid Simonsen (TBF)
7. Jónas T. í Skorini (Tór)
Bólkur F
1. Einar Norðberg (TBF)
2. Adrian Hvíthamar (Tór)
3. Ísak Thomsen (TBF)
4. Adriel Djurhuus (Tór)
5. Nóa Mattias Janusarson (Tór)
6. Angelina Øster (TBF)
Bólkur G
1. Helgi Hovgaard (Tór)
2. Rókur Thomsen (Tór)
3. Johan Jacobsen (Tór)
4. Nóam Djurhuus (TBF)
5. Dávid Mellemgaard (TBF)
6. Kaja Thomsen (TBF)
Bólkur H
1. Sámuel Torkilsson (Tór)
2. Bragi Djónason (Tór)
3. Bára Sørensen (TBF)
4. Helga Mortensen (TBF)
5. Rói Vilhelmsen (Tór)
6. Rósa í Dali (TBF)
7. Askur í Dali (TBF)
Bólkur I
1. Nathan Jespersen (TBF)
2. Julian Øster (TBF)
3. Jónas Kjær (Tór)
4. Magni Bech (TBF)
5. Kristel Joensen (TBF)
6. William Roest (TBF)
