55 leikarar kappaðust - norðmaður ovastur

Heili 55 leikarar vóru við til kapping í høllini í Trongisvági í dag. Talan var um 6. og næstseinasta Grand Prix-umfar í hesum kappingarárinum, og hugaligt er at síggja, at tað bara er lagt afturat við leikarum sum kappingarárið er liðið.

Í kappingini í dag vóru nakrir norskir leikarar við, og tveir teirra, brøðurnir Jens og Leif Martin Salvesen, vunnu tveir teir fremstu bólkarnar. Frálíkt við øðrvísi mótstøðu til okkara føroysku leikarar.

Í samlaðu manskappingini hava Ári Fríðason Jensen og Rasmus Teitsson í Skorini dystast lið um lið alt árið, og kappingin er einans harðnað eftir at Rasmus í dag knógvaði Ára.

Stórur spenningur er í fleiri deildum undan sjeynda og seinasta Grand Prix-umfarinum, sum verður í Havn 7. mars.

Samlaða støðan í Grand Prix-kappingini verður nú tald saman og løgd út á heimasíðuna fyrsta dagin.


Grand Prix 6 - úrslit


Bólkur A

1. Jens Salvesen (Grimstad)
2. Rasmus Teitsson í Skorini (Tór)
3. Ári Fríðason Jensen (Tór)
4. Poul Knút Poulsen (TBF)
5. Jósva F. Højgaard (TBF)
6. Vagnur Kjærbech Nolsøe (TBF)
7. Kai Roest (TBF)
8. Teitur Haraldsen Albinus (Tór)
9. Anja Wongwai (TBF)

Bólkur B
1. Leif Martin Salvesen (Grimstad)
2. Edvard Faa Nårstad (TBF)
3. Elsa Kathrina Gisladóttir (Tór)
4. Dánial Jacobsen (Tór)
5. Fríði Jensen (TBF)
6. Elinborg C. Mortensen (TBF)
7. Hadassa S. Christiansen (Tór)
8. Høgni Dalsgaard (Tór)

Bólkur C
1. Gudmund Djurhuus (TBF)
2. Benjamin Simonsen (TBF)
3. Nóam á Rógvi (Tór)
4. Ruben Benbakoura (Tór)
5. Geiri P. Augustinussen (Tór)
6. Allan Christiansen (TBF)
7. Frida Salvesen (Grimstad)

Bólkur D
1. Helgi Hovgaard (Tór)
2. Pætur Tróndarson (Tór)
3. Pumin Poulsen (TBF)
4. Dávid Simonsen (TBF)
5. Liam Steinkross (TBF)
6. Dávur Dionsson (TBF)

Bólkur E
1. Filip Thorsteinsson (TBF)
2. Martin Eið Eliasen (Tór)
3. Maiken Hammer (TBF)
4. Einar Weihe Johansen (TBF)
5. Angelina Øster (TBF)
6. Heini Mouritsen (Tór)

Bólkur F
1. Einar Norðberg (TBF)
2. Jónas Thomsen (TBF)
3. Dávid Mellemgaard (TBF)
4. Jónas Teitsson í Skorini (Tór)
5. Julian Øster (TBF)
6. Nathan J. Jespersen (TBF)

Bólkur G
1. Edvard Hansen (Tór)
2. Kaja Thomsen (TBF)
3. Jónas Bech (TBF)
4. Askur í Dali (TBF)
5. Sigmund Olsen (TBF)
6. Helga Mortensen (TBF)

Bólkur H
1. Rósa í Dali (TBF)
2. Pætur Thomsen (TBF)
3. Emil Guttesen (TBF)
4. Kristel Joensen (TBF)
5. Magni Bech (TBF)
6. William Roest (TBF)
7. Heri Havgrímsson (Tór)