Nú sunnudagin 16. november verður aftur farið at kappast. Talan er um 2. Grand Prix-umfar, og hesaferð verður kappast í Trongisvági.
Kappingin byrjar kl.13:30 ella eina løtu fyrr, tá ið leikarar norðanífrá eru komnir suður við Smyrli.
Spennandi verður at síggja hvussu leikur ferst í teimum ymisku aldursbólkunum, nú leikarar eru farnir at savna sær stig saman í samlaðu Grad Prix-kappingini.
Samlaða støðan eftir 1. Grand Prix-umfar farna vikuskiftið sæst her.
