lyst-verdur-til.jpg
Lýst verður til aðalfund

Lýst verður við hesum til aðalfund 2016. Aðalfundurin hjá Borðtennissambandi Føroya, BTSF, verður leygardagin tann 27. august, kl. 1000. Eins og í fjør er ætlanin at fundast í Suðuroy. Staðið verður kunngjørt seinni. Nevndin.


Les meir

foroyskir-leikarar.jpg
Føroyskir leikarar tikið lut í Arctic Open 2016

Í døgunum 13.-17.mai tóku føroyskir borðtennisleikarar lut í Arctic Open 2016 í Reykjavík. Níggju leikarar vóru við í føroyska hópinum - tey vóru: Maria Albinus, Durita F. Jensen, Anna Mikkjalsdóttir, Sveinur Nolsøe, Knútur Jóannesarson, Eyðun Ellen...


Les meir

doping-mynd.jpg
Almennur kunningarfundur um doping

1. januar 2016 varð nýggj dopingreglugerð kunngjørd. Týskvøldið 12. apríl kl. 1800 skipar ÍSF fyri almennum kunningarfundi í ÍSF húsunum um doping og nýggju dopingreglugerðina. Umboð fyri Antidoping Danmark fara at greiða frá. Meiri kann lesast um ...


Les meir

btsf-takkar-samstarv.jpg
BTSF takkar fyri gott samstarv

Enn ein stórur finaludagur um føroyameistaraheiti er avgreiddur og enn eina ferð eydnaðist tað væl. 10 ferðir hava sersambondini Judosamband Føroya (JSF), Badmontonsamband Føroya (BSF) og Borðtennissamband Føroya (BTSF) skipað fyri tiltakinum. BTSF ...


Les meir


Hallur-fm.jpg
Hallur Thorsteinsson føroyameistari

Loksins eydnaðist tað hjá Halli Thorsteinsson! Eftir at hava roynt í mong ár og eftir at hava tapt finalurnar í 2010 og 2013, so eydnaðist tað í dag. Í finaluni vann hann 4-3 á Fróða F. Jensen - ein spennandi finala, sum kanska ikki hevði heimsins be...


Les meir

anna-m-fm.jpg
Anna Mikkjalsdóttir føroyameistari

Eftir at hava vunnið føroyameistaraheitið í 2012 gingu fýra ár og so brast fyri nev aftur hjá Onnu Mikkjalsdóttir og hon er aftur føroyameistari í borðtennis hjá kvinnunum. Hinumegin borðið stóð føroyameistarin undanfarnu tvey árini Durita F. Jensen...


Les meir

FM-i-blandadum.jpg
Føroyameistarin í blandaðum tvímansleiki funnin

Systkninini Durita F. Jensen, Tór, og Fróði F. Jensen, TBF, vunnu finaluna í blandaðum tvímansleiki. Við settmuninum 3-1 vunnu tey á Onnu Mikkjalsdóttir og Kai Roest úr TBF. Nú er tvímansleikurin avgjørdur og kl. 14 byrjar beinleiðis sendingin í sjó...


Les meir

frodi-hall-tvim.jpg
Fróði og Hallur vunnu FM í tvímansleiki hjá monnum

Fróði F. Jensen og Hallur Thorsteinsson koppaðu Peter Niclasen og Pætur Albinus í finaluni í tvímansleiki hjá monnum. 3-0 ljóðar sannførandi, men serliga fyrstu tvey settini vóru sera jøvn. Bronsuna vunnu Sveinur M. Nolsøe og Knútur Jóannesarson. ...


Les meir

durita-anna-tvim.jpg
Durita og Anna føroyameistarar í tvímansleiki hjá kvinnum

Stóri finaludagurin byrjaði við finaluni í tvímansleiki hjá kvinnum kl. hálvgum tíggju í morgun. Favorittarnir Durita F. Jensen og Anna Mikkjalsdóttir vunnu sannførandi 3-0 á Beintu D. Joensen og Mariu Albinus. Bronsu vunnu Anja Wongwai og Bára Gutt...


Les meir