Lýst verður til aðalfund
21/08/2017Aðalfundur Borðtennissambands Føroya 2017 verður í Nólsoy leygardagin tann 23. september 2017 kl. 1400. Nærri stað verður kunngjørt seinni.
Les meir
Søguligt silvur til Henriettu
30/06/2017Henrietta tapti finaluna 1-4. Men samstundis hevur hon tryggjað Føroyum eitt søguligt silvur-heiðursmerkið á oyggjaleikum. Ongantíð áður hevur ein kvinna vunnið heiðursmerkið í einstaklingakappingini. Maria Donner, Áland, var ov sterk í finaluni. He...
Les meir
Gull á Gotlandi
30/06/2017Okkara fantastisku kvinnur hava vunnið gull í tvímansleiki. Í finaluni leiktu tær ímóti Linu Olofsson og Anniku Ahlgren av Gotlandi. Okkara kvinnur komu aftur um 0-2 eftir 11-13 og 10-12 fyrstu tvey settini. Triðja sett vunnu okkara 11-7 og so vendi...
Les meir
Henrietta er í single-finaluni
30/06/2017Henrietta bukaði besta kvinnuliga leikaran av Gotlandi, Evelinu Carlsson, 4-1. Seinasta settið hevði eitt sindur av spenningi og endaði tað 11-9. Hini settini fóru greitt til vinnaran. Fyrstu ferð ein føroysk kvinna er í finaluni í single. Finalan ...
Les meir
Henrietta og Durita eru í finaluni
30/06/2017Henrietta Nielsen og Durita F. Jensen hava spælt seg í finaluna við at vinna hálvfinaluna 3-1. Mótstøðuparið var eitt lutfalsliga sterkt par av Gotlandi. Finalan verður kl. 1200 í dag. Nú kl. 1000 fer Henrietta á vøllin í sínari hálvfinalu í einsta...
Les meir
Henrietta Nielsen hevur skrivað søgu!
29/06/2017Henrietta Nielsen hevur skrivað føroyska borðtennissøgu! Júst nú hevur hon spælt seg til eitt bronsuheiðursmerki í single. Í drúgvu oyggjaleikasøguni, har borðtennis hevur verið við allar leikirnar (Bermuda 2013 undantikið) hevur eingin føroysk kvin...
Les meir
Henrietta millum átta tær bestu í single
29/06/2017Henrietta hevur akkurát nú vunnið ein gýsara á Linu Olofsson av Gotlandi. Henrietta tapti fyrstu settini, men vendi 0-2 til ein 3-2 sigur. Ikki gott fyri blóðtrýstið hjá teimum føroysku áskoðarunum, men gott undirhald og øgiligur spenningur. Vinnur ...
Les meir
Eyðun millum 16 teir bestu í single
29/06/2017Tveir føroyingar hava dystast um at sleppa millum 16 teir bestu á Oyggjaleikunum á Gotlandi 2017. Eyðun vann greitt sín dyst, 3-0, á einum hetlendingi - nú er hann millum 16 teir bestu. Eyðun fer at spæla, minst eitt, umfar aftrat í dag. Sveinur ta...
Les meir
Durita og Henrietta eru í hálvfinaluni
29/06/2017Durita F. Jensen og Henrietta Nielsen hava júst tryggjað sær pláss í hálvfinaluni í tvímansleiki hjá kvinnum. Sostatt er bronsuheiðursmerkið tryggjað. Í einum spennandi dysti vunnu tær 3-1 á grøndlendska parinum Melissu Larsen og Rosu Mariu Pedersen...
Les meir
Status eftir ein langan mikudag
28/06/2017Blandaður tvímansleikur byrjaði kl. 0900. Bæði føroysku pørini vórðu útsligin í bólkaspælinum. Eftir tað spældu Henrietta Nielsen og Durita F. Jensen seg víðari í tvímansleiki hjá kvinnum. Bæði pørini í tvímansleiki hjá monnum eru úti. Hjá monnum ...
Les meir