DSC_6583.jpeg
Myndir og yvirlit: Nýklaktir ungir føroyameistarar

Leygardagin 9. apríl varð FM fyri ung í borðtennis spælt í høllini í Trongisvági. Hetta var samstundis endabresturin á hesum kappingarárinum fyri tey flestu ungu, tó at nøkur skulu luttaka í FM fyri vaksin í mai, og nøkur eisini skulu uttanlands í su...


Les meir

FM-ung-2022.png
FM fyri ung næsta leygardag

Leygardagin 9. apríl verður stóri endabresturin á hesum kappingarárinum hjá ungdóminum, tá ið FM fyri ung verður spælt í høllini í Trongisvági. Spælt verður í bæði einmansleiki, tvímansleiki og blandaðum tvímansleiki, og kappingin er skipað soleiðis...


Les meir

DSC_6508.jpeg
Myndir og úrslit: Grand Prix-vinnarar heiðraðir

Í dag hevur tvífalt Grand Prix-umfar verið í høllini í Trongisvági. Talan var um útsettar kappingar, soleiðis at bæði 4. og 5. Grand Prix-umfar vórðu spæld eina og sama dagin. Eftir kappingina varð samlaða úrslitið í Grand Prix-kappingini gjørt upp,...


Les meir

GP1-1.jpg
Tvær kappingar leygardagin

Leygardagin 26. mars bjóðar Borðtennissamband Føroya til stóran borðtennisdag í høllini í Trongisvági, har tað verða spældar ikki færri enn tvær kappingar eina og sama dag. Hetta er endabresturin á hesum Grand Prix-kappingarárinum, og í tí sambandi ...


Les meir

bv-22.jpg
Úrslit og myndir: 3. GP-umfar í Havn

3. Grand Prix-umfar varð spælt í høllini á Hálsi í gjár, leygardagin 5. mars. Niðanfyri síggjast úrslit og myndir frá kappingini. Eisini sæst dagførda samlaða støðan á undirsíðuni “GP-støðan” á bláa bjálkanum omanfyri.   Bólkur A Fróði F. Jense...


Les meir

gpm11.jpeg
3. GP-umfar verður leygardagin

Nú verður aftur farið at kappast. Leygardagin kl.12.00 verður 3. Grand Prix-umfar spælt í høllini á Hálsi í Havn. Allir leikarar, eisini nýggir leikarar, eru vælkomnir. Tilmelding fer fram við dómaraborðið eina løtu áðrenn kappingin byrjar.


Les meir

fm-ung-utsett.jpeg
Yvirlit: Samlaða støðan og dagførd kappingarskrá

Samlaða støðan í føroysku Grand Prix-kappingini er gjørd upp og løgd út á heimasíðuna. Higartil hava vit nátt at avgreitt tvey umfør. Kappingarárið hevur verið darvað av nógvum útsetingum vegna korona, men ein nýggj ætlan er løgd, og dagarnir fyri n...


Les meir

vl6.jpg
Myndir frá venjingarleguni um vikuskiftið

A-landsliðið hevur um vikuskiftið havt venjingarlegu í høllini á Hálsi í Havn, har eisini nakrir yngri leikarar vóru við sum gestaluttakkarar. Eisini vóru tveir leikarar við úr Danmark, nevniliga Lasse Fly og hálvføroyski Albert Wolfsberg. Tað var ...


Les meir

bt6.jpeg
Kappingin er aftur útsett

Vegna útlit til skert luttakaratal orsakað av koronu-smittu eisini í føroyska borðtennisheiminum, er avgerð tikin um, at Grand Prix-kappingin, sum skuldi vera í Trongisvági um vikuskiftið, verður útsett. Kunnað verður her á síðuni og á sosialu miðlu...


Les meir

lands1.jpg
Kappingin leygardagin er útsett

Fjórða Grand Prix-umfar, sum skuldi vera í høllini á Hálsi nú leygardagin 15. januar, er fyribils útsett. Orsøkin er høgu smittutølini og onnur tiltøk í høllini. Upplýst verður her á heimasíðuni tá nýggj dagfesting fyri kappingina er ásett.


Les meir