DSC_5471.jpg

Yvirlit og myndir: GP-vinnarar 2020/2021

Kappingarárið í borðtennis er nú farið at halla, og eftir 6. Grand Prix-umfar í dag er einki Grand Prix-umfar eftir at spæla. Hetta var nevniliga tað seinasta í hesum kappingarárinum, og samlaða støðan er nú gjørd upp.

 

Stórur spenningur valdaði í A-bólkinum, har Pætur Albinus og Peter H. Niclasen lógu púra javnir undan dagsins umfari. Peter vann 3-2 á Pæturi, men Pætur hevði fyrr á degnum vunnið 3-1 á Fróða F. Jensen, og tað var nóg mikið til at hann fekk 1. plássið í dagsins kapping og harvið eisini er Grand Prix-meistari í 2020/2021. Einans tvey sett skiltu hann og Peter H. Niclasen.

 

Spenningur var eisini í hjá smádreingjum, kanska serliga um triðja plássið, har Gunnar Vang Niclasen úr Tór og Jósvá F. Højgaard úr TBF vóru í harðari kapping. Teir hittust somuleiðis í dag, og ein 3-2-sigur var við til at geva Gunnari munin og bronsuna. Teir báðir Tór-liðfelagarnir, Silas Rasmussen og Bárður Enni Danielsen, vunnu ávikavist gull og silvur.

 

Úrslitini frá dagsins 6. Grand Prix-umfari síggjast niðanfyri, og longri niðri, saman við vinnaramyndunum, eru samlaðu Grand Prix-vinnararnir nevndir. Niðast er so eitt myndasavn frá dagsins kapping. Nágreiniliga samlaða Grand Prix-úrslitið sæst HER.

 

FM fyri ung verður spælt í Trongisvági 19. og 20. mars, og innleiðandi FM fyri vaksin verður spælt 9. apríl.

 

6. GP-umfar - úrslit

 

Bólkur A

1. Pætur Albinus (Tór)

2. Fróði F. Jensen (Tór)

3. Peter H. Niclasen (Tór)

4. Sveinur M. Nolsøe (Tór)

5. Marin Elisabet Poulsen (TBF)

6. Ári F. Jensen (Tór)

7. Sólja Hilduberg Djurhuus (Tór)

 

Bólkur B

1. Heri Lava Láadal (Tór)

2. Vagnur K. Nolsøe (TBF)

3. Anja Wongwai (TBF)

4. Silas Rasmussen (Tór)

 

Bólkur C

1. Hjalgrím F. Højgaard (TBF)

2. Bárður Enni Danielsen (Tór)

3. Gunnar Vang Niclasen (Tór)

4. Poul Eliasen (Tór)

5. Jósva F. Højgaard (TBF)

6. Reinar Garðshamar (TBF)

7. Hákun Kass (Tór)

 

Bólkur D

1. Mattias Kerá (Tór)

2. Hans Jacob Petersen (TBF)

3. Jákup Margar Debess (Tór)

4. Poul Knút Poulsen (TBF)

5. Tummas Wilhelm (Tór)

6. Petur Magnussen (Tór)

7. Regin Dam (Tór)

 

Bólkur E

1. Jónas Nikolajson (Tór)

2. Ólavur Hammer (TBF)

3. Rasmus Teitsson í Skorini (Tór)

4. Aleksandur Lauritsen (Tór)

5. Kristian K. Joensen (TBF)

6. Páll Hansen Sørensen (TBF)

7. Gilli Poulsen (Tór)

8. Óli Mortansson Vang (Tór)

 

Bólkur F

1. Janus Ferjá (Tór)

2. Kjartan Gray (Tór)

3. Elis Michelsen (Tór)

4. Elsa Kathrina Gisladóttir (Tór)

5. Poul Erik Svabo Fjallsbak (Tór)

6. Lias Arnason (TBF)

7. Hadassa S. Christiansen (Tór)

 

Menn, f.v.: Nr. 3 Vagnur K. Nolsøe (TBF), nr. 1 Pætur Albinus (Tór), nr. 2 Peter H. Niclasen (Tór)

 

Kvinnur: (vanta á mynd): nr. 1 Hanna Fonsdal Højgaard (TBF), nr. 2 Victoria Debes (TBF), nr. 3 Elinborg C. Mortensen (TBF)

 

Mansunglingar, f.v.: Nr. 2 Heri Lava Láadal (Tór), nr. 1 Ári Fríðason Jensen (Tór)

 

Kvinnuunglingar, f.v.: Nr. 3 Anja Wongwai (TBF), nr. 1 Sólja Hilduberg Djurhuus (Tór). Vantar á myndini: Nr. 2 Britt Michelsen (TBF)

 

Dreingir: Mynd vantar. Nr. 1 Reinar Garðshamar (TBF), nr. 2 Tórur Eið Eliasen (Tór)

 

Gentur: Nr. 1 Marin Elisabet Poulsen (TBF)

 

Smádreingir, f.v.: Nr. 3 Gunnar Vang Niclasen (Tór), nr. 1 Silas Rasmussen (Tór), nr. 2 Bárður Enni Danielsen (Tór)

 

Smágentur: nr. 1 Elsa Kathrina Gisladóttir (Tór)

 

Piltar, f.v.: Nr. 2 Poul Knút Poulsen (TBF), nr. 1 Hans Jacob Petersen (TBF), nr. 3 Ólavur Hammer (TBF)

 

Pinkur: Mynd vantar. Nr. 1 Vár Højgaard (Tór)

 

Smápiltar: Nr. 1 Rasmus Teitsson í Skorini (Tór). Vanta á myndini: Nr. 2 Páll Hansen Sørensen (TBF), nr.3 Jóhan Pauli Bisp (Tór)

 

Smápinkur: Nr. 1 Hadassa S. Christiansen (Tór)