FM

Heimliga kappingarárið byrjar í august og endar í apríl, tá ið FM fyri ung og vaksin er á skránni. FM er skipað í aldursbólkar. Fýra teir fremstu leikararnir í hvørjum aldursbólki flyta ein aldursbólk upp. Endabresturin er á stóra FM-degnum saman við badminton og judo. Finalurnar í einmansleiki hjá monnum og kvinnum verða sendar beinleiðis í sjónvarpinum.

Grand Prix

Borðtennissamband Føroya skipar árliga fyri seks Grand Prix-kappingum. Tær eru aðruhvørja ferð í Tórshavn og í Trongisvági. Grand Prix-kappingar eru skipaðar í bólkaspæl, har nýggir leikarar altíð byrja í niðasta bólkinum og síðani kunnu vinna seg uppeftir og savna sær stig saman. Við kappingarársenda á vári verða stigini gjørd upp, og tríggir teir fremstu leikararnir í hvørjum aldursbólki fáa handað heiðursmerkir. Fyri at hava rætt til heiðursmerki er tó krav, at viðkomandi leikari hevur møtt upp til í minsta lagi fimm út av teimum seks Grand Prix-kappingunum.

Opnar kappingar

Á hvørjum ári skipa feløgini fyri opnum kappingum. Seinastu árini hava kappingarnar verið TBF Open í Trongisvági og Tór Open í Tórshavn. Kappingarnar eru býttar upp í aldursbólkar, og vinningar eru til trý tey fremstu í hvørjum aldursbólki. Feløgini bjóða sjálvi til kappingarnar, men kappingarnar verða eisini lýstar her á heimasíðuni.