Skærmbillede 2023-03-02 kl. 23.02.24.png

Yvirlit: Hitta Menorka í fyrsta dystinum

Í morgin, sunnudagin 9. juli, fer føroyska landsliðið at spæla fyrstu dystirnar á oygggjaleikinum á Guernsey.

Fyrstu tveir dagarnir eru farnir til at fyrireika seg í. Leikararnir hava havt tvær venjingar, hava havt taktikk-fund og fingið vøddamýking frá massørinum, Elinborg C. Mortensen.

Allir átta leikararnir í hópinum eru til dystin fús, og tey eru sjálvsagt ógvuliga spent at umboða Føroyar. Landsliðsvenjarin, Simon Nykjær-Fisher, hevur lagt stóran dent á, at leikararnir skulu minnast til, at vit umboða alt Føroyar, og at øll í hópinum skulu vera á frá byrjan og stuðla treyteleyst fyri at fáa tey síðstu prosentini úr øllum leikarunum.

Lagt verður fyri í liðkappingini, og fyrsti dysturin verður ímóti Menorka. Borðtennissamband Føroya leggur seg eftir at stroyma flest møguligar dystir á facebook-síðuni.

Skráin

Sunnudag 9. juli
Kl.08:45: Føroyar - Menorca
Kl.12:00: Føroyar - Hetland
Kl.18:30: Føroyar - Gotland

Mánadag 10. juli
Kl.09:00: Føroyar - Jersey
Kl.16:00: Føroyar - Áland

Týsdag 11. juli
Kl.09:00: Víðari spæl (A1 - B2, A2 - B1, 3A - 4B, 4A, 3B osfr)
Kl.12:00: Plaseringsdystir

Mikudag 12. juli
Kl.09:00: Einmansleikur, menn
Kl.09:00: Einmansleikur, kvinnur

Hósdag 13. juli
Kl.09:00: Tvímansleikur, menn
Kl.09:00: Tvímansleikur, kvinnur

Fríggjadag 14. juli
Kl.09:00: Blandaður tvímansleikur

 

GG: Tíðin í Føroyum og á Guernsey er hin sama