FM-sidsta-ar.jpg

Yvirlit: Hesi eru í FM-finalunum

Nú er greitt hvørjir ársins FM-finalistar eru. Hetta er greitt eftir at innleiðandi FM-kappingin varð spæld í høllini á Hálsi í dag, har hópin av spennandi dystum vóru, og har styrkismetingarnar tó í síðsta enda vístu seg at halda.

Í hálvfinalunum hjá monnum hittust Fróði Fríðason Jensen og Albert Weihe Wolfsberg, sum hava verið í FM-finaluni síðstu tvey árini, og har hálvføroyski Albert, sum spælir við Hillerød GI í Danmark, hevur vunnið báðu ferðirnar.

Hesaferð gav Fróði honum skarpan gang og var á odda 2-0, men Albert kom væl aftur í aftur og vann at enda hálvfinaluna 4-2. Hetta er fyrstu ferð í níggju ár, at Fróði ikki er í FM-finaluni, meðan Albert framvegis ikki hevur tapt ein dyst í FM-samanhangi.

Í hinari hálvfinaluni vóru tað Tór-liðfelagarnir, Hallur Thorsteinsson og Ári Fríðason Jensen, sum hittust. Hallur hevur verið sera væl upplagdur hetta kappingarárið, og hetta staðfesti hann eisini í hálvfinaluni, har hann vann ein 4-0-sigur á 19 ára gamla Ára, sum tó enn hevur tíðina fyri sær at vinna inn á teir meiri royndu leikararnar.

Hjá kvinnunum verður talan um eina endurtøku av FM-finaluni frá í fjør, har Britt Michelsen og Anja Wongwai hittast. Í fjør var Britt omaná í finaluni og vann sítt fyrsta FM-gull, men Anja hevur spælt væl í ár, og lagt er upp til enn eina tætta og spennandi finalu ímillum tær báðar.

Á vegnum í finaluna vann Britt sína hálvfinalu 4-1 á Elsu Kathrinu Gisladóttir úr Tór, meðan Anja Wongwai vann sína hálvfinalu 4-0 á Marin Elisabet Poulsen úr TBF.

FM-finalurnar verða spældar á felags FM-finaludegnum saman við badminton og judo í morgin. Skráin fyri finalurnar sæst niðanfyri, og longri niðri eru øll úrslitini frá í dag. Finalurnar verða stroymdar beinleiðis á YouTube-kanalini Borðtennissamband Føroya Streaming, og frá kl.13:00 verður sjónvarpað beinleiðis á KVF.

 

FM-finalur - leygardagin 6. apríl

 

Menn, einmansleikur - kl.14:55

Hallur Thorsteinsson (Tór) - Albert Weihe Wolfsberg (Hillerød GI)

 

Kvinnur, einmansleikur - kl.13:15

Britt Michelsen (TBF) - Anja Wongwai (TBF)

 

Menn, tvímansleikur - kl.10:40

Hallur Thorsteinsson (Tór) / Fróði Fríðason Jensen (Tór) - Ári Fríðason Jensen (Tór) / Albert Weihe Wolfsberg (Hillerød GI)

 

Kvinnur, tvímansleikur - kl.10:00

Britt Michelsen (TBF) / Anja Wongwai (TBF) - Marin Elisabet Poulsen (TBF) / Elinborg C. Mortensen (TBF)

 

Blandaður tvímansleikur - kl.11:20

Albert Weihe Wolfsberg (Hillerød GI) / Britt Michelsen (TBF) - Ári Fríðason Jensen (Tór) / Anja Wongwai (TBF)

 

Úrslit

 

Menn - einmansleikur

 

Hálvfinalur

Hallur Thorsteinsson (Tór) - Ári Fríðason Jensen (Tór) 4-0 (12-10, 11-6, 11-7, 11-4)

Albert Weihe Wolfsberg (Hillerød GI) - Fróði Fríðason Jensen (Tór) 4-2 (10-12, 7-11, 11-5, 12-10, 11-6, 11-9)

 

Fjórðingsfinalur

Hallur Thorsteinsson (Tór) - Vagnur K. Nolsøe (TBF) 4-1 (11-2, 11-4, 11-7, 10-12, 11-3)

Albert Weihe Wolfsberg (Hillerød GI) - Ólavur Hammer (TBF) 4-0 (11-3, 11-4, 11-5, 11-5)

Fróði Fríðason Jensen (Tór) - Rasmus Teitsson í Skorini (Tór) 4-0 (11-5, 11-4, 11-5, 11-1)

Ári Fríðason Jensen (Tór) - Peter H. Niclasen (Tór) 4-2 (11-1, 15-13, 12-10, 9-11, 8-11, 13-11)

 

-

 

Kvinnur - einmansleikur

 

Hálvfinalur

Britt Michelsen (TBF) - Elsa Kathrina Gisladóttir (Tór) 4-1 (11-2, 11-6, 11-5, 9-11, 11-7)

Anja Wongwai (TBF) - Marin Elisabet Poulsen (TBF) 4-0 (11-4, 11-8, 13-11, 11-7)

 

-

 

Menn - tvímansleikur

 

Hálvfinalur

Hallur Thorsteinsson (Tór) / Fróði Fríðason Jensen (Tór) - Peter H. Niclasen / Sveinur M. Nolsøe (Tór) 3-0

Ári Fríðason Jensen (Tór) / Albert Weihe Wolfsberg (Hillerød GI) - Ólavur Hammer (TBF) / Poul Knút Poulsen 3-0

 

-

 

Kvinnur - tvímansleikur

 

Bólkaúrslit

  1. Britt Michelsen (TBF) / Anja Wongwai (TBF)
  2. Marin Elisabet Poulsen (TBF) / Elinborg C. Mortensen (TBF)
  3. Elsa Kathrina Gisladóttir (Tór) / Hadassa S. Christiansen (Tór)

 

Blandaður tvímansleikur

 

Hálvfinalur

Albert Weihe Wolfsberg (Hillerød GI) / Britt Michelsen (TBF) - Marin Elisabet Poulsen (TBF) / Poul Knút Poulsen (TBF) 3-1

Ári Fríðason Jensen (Tór) / Anja Wongwai (TBF) - Elinborg C. Mortensen (TBF) / Sveinur M. Nolsøe (Tór) 3-2

 

Fjórðingsfinalur

Ólavur Hammer (TBF) / Elsa Kathrina Gisladóttir (Tór) - Marin Elisabet Poulsen (TBF) / Poul Knút Poulsen (TBF) 2-3

Rasmus Teitsson í Skorini (Tór) / Hadassa S. Christiansen - Elinborg C. Mortensen (TBF) / Sveinur M. Nolsøe (Tór) 0-3