tilmelding-fm-lid.jpg
Vár og Lív við gullheiðursmerkjum í Íslandi 2009.

Tilmelding til FM fyri lið

Tilmelding fer fram við at senda ein teldupost til vagnur80@hotmail.com

Tvær kappingar verða. Tann fyrra verður í Trongisvági leygardagin tann 5. november. Tann seinna verður í Havn leygardagin tann 26. november.

Aldursbólkarnir verða tey, ið eru fødd í 1999 ella seinni, fødd í 1997 ella seinni, fødd í 1994 ella seinni og vaksin. Tey yngru kunnu luttaka í eldri bólkum og ikki øvugt.

Tveir ella tríggir leikarar verða á hvørjum liði - alt eftir hvussu nógvir leikarar tekna seg í teimum ymisku aldursbólkunum. Dreingir/menn og gentur/kvinnur verða blandað fyri at fáa nokk av liðum.

Liðini skulu verða tey somu báðar kappingarnar og vinnarin verður føroyameistari fyri lið.

Kappingarreglurnar verðar soleiðis, at lið, ið vinnur ein dyst, fær 2 stig og tapandi liðið fær einki stig. Nr. 1 í hvørjum aldursbólki fær 10 stig, nr. 2 fær níggju stig og so framvegis. Tá báðar kappingarnar eru lidnar verður talt saman og nr. 1, nr.2 og nr. 3 fáa heiðursmerki.

Dystir verða leiktir í einmansleiki og tvímansleiki.