hallur_em.png
Hallur spælir her sín fyrsta dyst í EM ímóti Florian Lambiet úr Belgia.

Tað var mótstøða í heimsflokki

Fyrsti kappingardagurin í EM í borðtennis er nú av, og púra sum væntað var tað mótstøða í heimsflokki, sum bíðaði føroyingunum í spanska býnum Alicante, har EM-kappingin verður spæld. Tey føroysku fingu ikki nakað sett í dag, men tað var nú heldur ikki nøkur mjúk byrjan.

 

- Vit fingu øll fýra okkara elddóp í morgun, har vit møttu hægst styrkismetta í bólkaspælinum, greiðir ein av landsliðsleikarunum, Fróði Fríðason Jensen, frá.

 

- Men eg haldi, at vit eru heilt nøgd við okkara spæl. Sum landsliðsvenjarin eisini nevndi, so skuldu vit inn at njóta tað og royna so gott sum møguligt at spæla okkara egna spæl, og at spæla rætt. Hetta kann sjálvandi tykjast torført, tá ið talan er um mótstøðuleikara sum er nummar 80 í heiminum, men til tíðir var spælið heilt á leið, heldur Fróði.

 

Hóast tað stendur eftir, at føroysku leikararnir ikki vunnu nakað sett í dag, so var tað um reppið at tað eydnaðist, tí í nøkrum settum komu okkara upp á bæði átta og níggju bóltar. Verður hepnið á føroysku síðuni í morgin, so eru óivað líkindi fyri at okkurt sett kemur í hús.

 

Fróði Fríðason fekk eina uppliving at spæla ímóti serbiska Aleksandar Karakasevic, sum áður hevur verið nummar 32 í heiminum og í 1997 sló ein av bestu spælarunum í søguni, kinesiska Liu Guoliang, úr HM. Gamaní tapti Fróði 4-0, men hann fekk heilt nógvar bóltar í dystinum.

 

- At spæla ímóti Karakasevic var heilt serligt. Hann er tiltikin fyri at hava eina ótrúliga góða bakhond, og tað fekk eg eisini at føla til tíðir. Eg var fínt við fyrstu tvey settini, har taktikkurin var at leggja stuttar servur í hansara forhond, so hann ikki kundi koma inn vid bakhondini, greiðir Fróði frá.

 

- Síðani fór hann, sum hann so ofta ger, inn at taka bóltarnar við hansara bakhond, tá eg servaði stutt í forhond. Eftir hetta gjørdist tað rættiliga torført, og hann dreiv so avstað og tók sigurin hampiliga trygt. Men tað var sera stuttligt at møta honum, og tað var ein stór uppliving at serva eitt ace ímóti einum, sum fekk bronsu í EM í 2011, heldur Fróði skemtiliga fyri.

 

Í morgin verður triðja og seinasta umfar í bólkaspælinum í einmansleiki, og síðani verður farið undir at spæla tvímansleik. Fyrstu dystirnir vóru longu í morgun kl.09, og seinasti dystur var ikki fyrr enn kl.20, so tað eru eyðsæð nakrir troyttir føroyingar, sum nú eru farnir at hvíla seg eftir ein drúgvan dag í heitu høllini í Alicante.

 

Úrslit, kappingardagur 1:

 

Bólkur 4 – menn

Hallur Thorsteinsson - Florian Lambiet (Belgia) 0-4 (7-11, 3-11, 7-11, 7-11)

Hallur Thorsteinsson - Yaroslav Zhmudenko (Ukreina) 0-4 (9-11, 4-11, 3-11, 6-11)

 

Bólkur 5 – menn

Fróði Fríðason Jensen - Lubomir Jancarik (Kekkia) 0-4 (4-11, 3-11, 6-11, 7-11)

Fróði Fríðason Jensen - Aleksandar Karakasevic (Serbia) 0-4 (8-11, 6-11, 4-11, 4-11)

 

Bólkur 1 – kvinnur

Durita Fríðadóttir Jensen - Giorgia Piccolin (Italia) 0-4 (3-11, 3-11, 4-11, 4-11)

Durita Fríðadóttir Jensen - Oceane Guisnel (Frakland) 0-4 (3-11, 3-11, 9-11, 5-11)

 

Bólkur 3 – kvinnur

Sólja Hilduberg Djurhuus - Amelie Solja (Eysturríki) 0-4 (1-11, 1-11, 1-11, 1-11)

Sólja Hilduberg Djurhuus - Anna Kirichenko (Finnland) 0-4 (8-11, 1-11, 5-11, 1-11)

 

Blandaður tvímansleikur, 1. umfar

Fróði F. Jensen/Durita F. Jensen - Rajko Gommers/Kim Vermaas (Holland) 0-3 (7-11, 7-11, 5-11)

Hallur Thorsteinsson/Sólja H. Djurhuus – Marek Badowski/Natalia Bajor (Pólland) 0-3 (3-11, 9-11, 5-11)