U-landslið-Ísland.jpg

Tað gekk væl í Íslandi

Um vikuskiftið hevur føroyska ungdómslandsliðið í borðtennis verið í Reykjavík, har felags venjingarlega hevur verið saman við íslendska ungdómslandsliðnum, umframt at tað eisini endaði við einari innanhýsis vinarkapping ímillum londini.

 

Vant varð tvær ferðir fríggjadagin og tvær ferðir leygardagin. Lagt varð soleiðis til rættis, at føroyingar og íslendingar vandu ímóti hvørjum øðrum, soleiðis at tað var nýggj og øðrvísi mótstøða allatíðina. Hetta er sera munagott í einstaklingaítróttum so sum borðtennis.

 

Venjingarlegan var sera væleydnað, og teir ungu føroysku og íslendsku spælararnir, sum hittust á allarfyrsta sinni, náddu eisini at knýta vinarbond. Hesi vinarbondini – og samstarvið – fer vónandi at verða varðveitt og endurtikið við fleiri venjingarlegum framyvir.

 

Hóast ímillum fýra og seks tímar av borðtennis hvønn dag, so vóru eisini stundir til eitt nú at fara í uttandura svimjihyl og í biograf. Tað týdningarmesta var, at føroysku spælararnir tóku seg fram samstundis sum teir eisini hugnaðu sær og høvdu tað stuttligt.

 

Í vinarkappingini sunnudagin stóðu føroyingarnir seg eisini væl. Tað bleiv til tilsamans 12 føroysk heiðursmerkir. Yvirlitið sæst niðanfyri:


Ári F. Jensen: Bronsu í tvímansleiki U15
Heri Lava Láadal: Bronsu í tvímansleiki U15
Tórur Eið Eliasen: Silvur í einmansleiki U15, bronsu í tvímansleiki U15
Høgni Heinason: Gull í tvímansleiki U15
Rói Hjaltason: Gull í tvímansleiki U15
Aron F. Knudsen: Bronsu í tvímansleiki U15
Britt Michelsen: Bronsa í einmansleiki G16-18
Marin Elisabet Poulsen: Silvur í einmansleiki U13, bronsa í einmansleiki U15
Sólja H. Djurhuus: Gull í einmansleiki G16-18, bronsu í tvímansleiki G16-18