domi1.png

Skráin fyri FM ung

Nú fríggjadagin og leygardagin 15. og 16. mars verður FM fyri ung spælt í høllini í Trongisvági. Lagt verður til brots fríggjadagin, men flestu deildirnar verða spældar leygardagin.

Tilmeldingin fer fram við dómaraborðið løtuna áðrenn kappingin byrjar, og eftir kappingina verða handaði heiðursmerki til trý tey bestu í hvørjum aldursbólki.

Kappast verður bæði í einmansleiki og í tvímansleiki.

Borðtennissamband Føroya fer at stroyma frá kappingini á nýggju Youtube-síðuni, sum tit eru vælkomin at fylgja HER.

FM ung - skrá

Fríggjadag
Kl.16:00: Smápinkur (f. 2014 og seinni)
Kl.16:00: Smápiltar (f. 2014 og seinni)

Leygardag
Kl.09:30: Pinkur (f. 2012/2013)
Kl.09:30: Piltar (f. 2012/2013)
Kl.11:00: Smágentur (f. 2010/2011)
Kl.11:30: Smádreingir (f. 2010/2011)
Kl.12:30: Gentur (f. 2008/2009)
Kl.13:30: Dreingir (f. 2008/2009)
Kl.14:30: Kvinnuunglingar (f. 2006/2007)
Kl.15:30: Mansunglingar (f. 2006/2007)