23573BFA-6AF2-4342-AB83-6FF8BCC74112_1_105_c.jpeg
Samlaða støðan í Grand Prix eftir tvey umfør

Samlaða GP-støðan eftir tvey umfør

Tvey av teimum seks Grand Prix-umførunum eru spæld, og tann fyribils samlaða støðan er tald saman.

Leikarar vinna sær stig alt eftir hvørjum plássi í hvørjum bólki teir enda á, og samla sær síðani eitt samlað stigatal - bæði til eina stóra opna samanteljing, men eisini til sín egna aldursbólk. Skiftast kann ímillum aldursbólkarnar niðast í viðheftu excel-fíluni.

Vert er at nevna, at tað umfarið, har hvør einstakur leikari fekk fægst stig, verður drigið frá. Hetta er gjørt, soleiðis at hvør leikari hevur ráð at missa eina kapping, uttan at tað ávirkar samlaða stigatalið stórvegis.

Triðja Grand Prix-umfar verður spælt 13. januar 2024 í høllini á Hálsi í Havn.

Samlaða Grand Prix-støðan sæst HER, og úrslitini frá hvørjum umfari síggjast HER.

Samlaða støðan sæst annars altíð undir "GP-støðan" í bláa breddanum ovast á heimasíðuni.