foroyar-gotland.jpg

Oyggjaleikir: Tveir sigrar og eitt tap

Fyrsti kappingardagurin á oyggjaleikunum er av. Lagt varð fyri við liðkapping, og úrtøkan hjá føroyska landsliðnum var tveir sigrar og eitt tap.

Føroyar vunnu favorittsigrar á Menorka og Hetlandi, men taptu síðani 2-5 ímóti Gotlandi. Dysturin var sera tættur, men í avgerandi løtunum koppaði tað tíverri til Gotlands.

Sólskinssøgan í dag var, at Anja Wongwai og Ári Fríðason Jensen, sum eru við á sínum fyrstu oyggjaleikum, fingu sínar fyrstu sigrar í hús. Tað fingu tey ímóti Hetlandi.

Í morgin er skráin hendan:

Kl.09.00: Føroyar - Jersey
Kl.16.00: Føroyar - Áland

 

Úrslit - dagur 1

 

Føroyar - Menorka 5-2
Fróði Fríðason Jensen - Antoni Tuduri Morente 3-0
Marta Riera Orfila - Henrietta Nielsen 0-3
Albert Weihe Wolfsberg - Xavier Bagur Febrer 3-0
Tvímansleikur kvinnur vunnin uttan dyst
Albert Weihe Wolfsberg - Antoni Tuduri Morente 0-3
Marta Riera Orfila / Antoni Tuduri Morente - Henrietta Nielsen / Albert Weihe Wolfsberg 0-3
Xavier Bagur Febrer - Fróði Fríðason Jensen 2-3

Føroyar - Hetland 7-0
Albert Weihe Wolfsberg - Ian Bray 3-0
Durita Fríðadóttir Jensen - Joan Smith 3-1
Hallur Thorsteinsson - Dawid Niesciur 3-0
Britt Michelsen / Anja Wongwai - Joan Smith / Alison Luarenson 3-2
Albert Weihe Wolfsberg - Dawid Niesciur 3-0
Anja Wongwai / Ári Fríðason Jensen - Ian Bray / Kay Adamson 3-2
Hallur Thorsteinsson - Ian Bray 3-0

Føroyar - Gotland 2-5
Max Hedbom - Fróði Fríðason Jensen 3-2
Betty Engstrøm - Henrietta Nielsen 2-3
Jonas Berglund - Albert Weihe Wolfsberg 3-1
Evalina Carlsson / Elin Schwartz - Durita Fríðadóttir Jensen / Henrietta Nielsen 3-2
Max Hedbom - Albert Weihe Wolfsberg 3-0
Jonas Berglund - Fróði Fríðason Jensen 3-1
Albert Weihe Wolfsberg / Henrietta Nielsen - Elin Schwartz / navn ókent 3-0