kapping1-24.jpg
Nógv fólk í høllini í Trongisvági í dag.

Myndir og úrslit frá ársins fyrstu kapping

Ársins fyrsta borðtenniskapping varð spæld í høllini í Trongisvági í dag, har 1. Grand Prix-umfar varð spælt. 32 leikarar úr fleiri ymiskum feløgum luttóku.

Venjingarlega hevur verið hjá A-landsliðnum um vikuskiftið, og tí luttóku eisini landsliðsvenjarin, Simon Nykjær-Fisher, og hálvføroysku útisetarnir, Albert Weihe Wolfsberg og Andreas Andersen.

Tað var landsliðsvenjarin sjálvur, Simon Nykjær-Fisher, sum vann kappingina í dag. Hann spælir eisini á høgum støði í Danmark. Tó vóru nógvir góðir dystir í A-bólkinum, har støðið var sera høgt.

B-bólkin vann TBF-veteranurin, Vagnur Kjærbech Nolsøe, og við honum upp í A-bólkin flytur tann einans 11 ára gamli Rasmus Teitsson í Skorini úr Tór.

Í hinum bólkunum vóru nógvir leikarar, sum vóru til sína fyrstu kapping, og hetta var hugaligt at síggja. Vónandi fáa tey blóð á tonna og koma til tær nógvu kappingarnar, sum eru á tí spennandi skránni framyvir.

Úrslitini frá kappingini síggjast niðanfyri, og niðast í greinini eru eisini nakrar myndir frá kappingini.

Næsta kapping verður 18. november í Havn. Tá er talan um 2. Grand Prix-umfar.

 

Grand Prix 1 - úrslit

 

Bólkur A1

  1. Simon Nykjær-Fisher (Viby BTK)
  2. Fróði F. Jensen (Tór)
  3. Hallur Thorsteinsson (Tór)
  4. Ólavur Hammer (TBF)
  5. Anja Wongwai (TBF)

 

Bólkur A2

  1. Andreas Andersen (B75)
  2. Albert Weihe Wolfsberg (Hillerød GI)
  3. Ári F. Jensen (Tór)
  4. Britt Michelsen (TBF)
  5. Hans Jacob Gaard Petersen (TBF)

 

Bólkur A - endaspæl

  1. Simon Nykjær-Fisher (Viby BTK)
  2. Andreas Andersen (B75)
  3. Albert Weihe Wolfsberg (Hillerød GI)
  4. Fróði F. Jensen (Tór)

 

Bólkur B

  1. Vagnur Kjærbech Nolsøe (TBF)
  2. Rasmus Teitsson í Skorini (Tór)
  3. Susie Midjord (TBF)
  4. Teitur Haraldsen Albinus (Tór)
  5. Poul Knút Poulsen (TBF)
  6. Elsa Kathrina Gisladóttir (Tór)

 

Bólkur C

  1. Jákup Debess (Tór)
  2. Hadassa S. Christiansen (Tór)
  3. Brandur Johannesen (Tór)
  4. Tummas Wilhelm (Tór)
  5. Suni á Lava (Tór)
  6. Baldur Garðshamar (TBF)

 

Bólkur D

  1. Rasmus Johannesen (Tór)
  2. Silja Teitsdóttir í Skorini (Tór)
  3. Rannvá Heiðriksdóttir (Tór)
  4. Purin Poulsen (TBF)
  5. Angelina Øster (TBF)
  6. Kaya Thomsen (TBF)

 

Bólkur E

  1. Geiri P. Augustinussen (TBF)
  2. Rúnar Gunnarson (TBF)
  3. Bára Sørensen (TBF)
  4. Johanna Midjord (TBF)