skra-fm-finaludagur.jpg

Her sæst skráin fyri Kontrast FM

Nú nærkast av álvara til ársins FM-kapping fyri vaksin í borðtennis. Fríggjadagin verða innleiðandi kappingarnar, og leygardagin verða finalurnar spældar á stóra Kontrast FM-degnum saman við badminton og judo.

 

Skráin fyri sjálvan Kontrast FM-dagin leygardagin er nú tøk, og hon sæst á myndini omanfyri. Gev gætur, at myndin er lítil, men tilber at zooma inn.

 

Kringvarp Føroya sendir beinleiðis frá Kontrast FM frá kl.13:00 og úteftir. Kvinnufinalan kl.13:15 og mansfinalan kl.14:55 síggjast sostatt beinleiðis í sjónvarpinum.

 

Skráin fyri innleiðandi FM-kappingina fríggjadagin 9. apríl er annars hendan:

 

Kl.16.00: Einmansleikur, menn

Kl.16.00: Einmansleikur, kvinnur

Kl.18.00: Tvímansleikur, menn

Kl.18.00: Tvímansleikur, kvinnur

Kl.19.00: Miðaldeild, opin bólkur

Kl.19.00: Blandaður tvímansleikur

- Tíðirnar eru vegleiðandi, og smærri broytingar kunnu koma fyri