kapp-skra-2023-24.jpg

Fyrsta kappingin verður sunnudagin

Sunnudagin 22. oktober fer nýggja kappingarárið í føroyskum borðtennis av bakkastokki, tá ið fyrsta Grand Prix-umfar verður spælt í høllini í Trongisvági. Hetta er fyrsta umfarið í einari røð av seks.

Kappingin í Trongisvági byrjar sunnudagin kl.13:30, og hóskar við farleiðina hjá Smyrli. Smyril fer av Havnini kl.11:00 og norður aftur kl.17:30. Leikarar fáa ferðaseðlarnar goldnar, og hetta umfatar eisini bussferð ímillum høllina og Smyril báðar vegir.

Eins og undanfarin ár, so verða leikarar í Grand Prix-kappingunum flokkaðir eftir styrkismeting og støði, og í hvørjum umfari flyta tvey tey fremstu í hvørjum bólki ein bólk upp, og tvey tey aftastu flyta ein bólk niður.

Sostatt hittast á sama og hóskandi støði, og tískil er einki hjá møguligum nýggjum leikarum at halda seg aftur fyri. Er ein til kapping fyrstuferð, spælir ein leikari gjarna ímóti leikarum, sum eisini eru til sína fyrstu kapping.

Borðtennissamband Føroya vónar at síggja nógvar leikarar til kapping, og ynskir øllum eitt gott kappingarár!