FO-topp10-2.jpg

Føroyar Topp 10 og Kongaborð leygardagin

Leygardagin 25. januar verður árliga kappingin Føroyar Topp 10 spæld í Trongisvági, og sum heitið leggur upp til, so dystast 10 teir fremstu leikararnir í Grand Prix-kappingini ímóti hvørjum øðrum.

 

Hetta er talan um eina einstaka kapping, og hetta er ikki partur av Grand Prix-kappingini.

 

Fyri tey, sum liggja uttanfyri Topp 10, verður skipað fyri einari kapping í kongaborði. Dystast verður bæði í ein- og tvímansleiki, og heiðursmerki verða latin til trý tey fremstu.

 

Kappingin byrjar kl.10.00 og er fyri øll áhugaði í øllum aldri. Tilmeldingin fer fram á staðnum.

 

Samlaða Grand Prix-støðan sæst HER.