oyl9.jpg
F.v.: Britt Michelsen og Sólja Hilduberg Djurhuus

Føroyar nummar sjey í liðkappingini

Enn ein borðtennisdagur er av á oyggjaleikunum í Gibraltar, har føroyska landsliðið dystast veðurgóðum umstøðum, men tó í heitari skúlahøll í St. Joseph's Middle School miðskeiðis í lítla landinum við áleið 30.000 íbúgvum.

 

Í morgun var fjórðingsfinala í liðkappingini á skránni. Mótstøðuliðið var Gotland, og tíverri hevði søgan frá bólkafinaluni ímóti Grønlandi í gjár hug at endurtaka seg: Føroyar spældi seg í góðar støður, men tað koppaði hinvegin.

 

Tað endaði við 4-1-sigri til Gotland, og tað var serliga stórtalent teirra, Max Hedbom, sum vísti vegin fyri ta stinnu oynna í borðtennis. Hann vann á bæði Halli Thorsteinsson og Fróða F. Jensen. Einasta føroyska sigurin tók Hallur Thorsteinsson við 3-0-sigri á øðrum spælaranum hjá Gotlandi, Marcus Jarfjord.

 

Á kvinnusíðuni var tætt. Anna Mikkjalsdóttir tapti 3-1 fyri Evalinu Carlsson, og í tvímansleikinum var um hár gjørt, har Mikkjalsdóttir-systrarnar, Anna og Rakul, taptu 3-2 fyri Evalinu Carlsson og Elin Schwartz.

 

Eftir 4-1-ósigurin fyri Gotlandi skuldi spælast plaseringsdystir. Her rendu Føroyar seg inn í Isle of Wight, og føroyski landsliðsvenjarin, Simon Nykjær-Fisher, valdi at geva teimum, sum ikki høvdu spælt fyrr í liðkappingini, møguleikan. Tey vóru Eyðun F. Ellendersen, Pætur Albinus og tær báðar ungu kvinnurnar, Sólja Hilduberg Djurhuus og Britt Michelsen.

 

Føroyar taptu 4-0 ímóti Isle of Wight, sum eitt nú hevði tann stinna silvurvinnaran frá 2011, George Downing, við aftur. Hann man teljast ímillum favorittarnar í einmansleikinum.

 

Í dystinum um 7. plássið ímóti vertunum av Gibraltar gekk betur. Føroyar vunnu greitt 4-0 við sigrum frá Eyðuni F. Ellendersen, Pæturi Albinus, Sólju Hilduberg Djurhuus og at enda ungu kvinnunum í tvímansleiki, Sólju Hilduberg Djurhuus og Britt Michelsen. Tær báðar vístu gott spæl og vunnu greitt 3-0 á einum royndari pari. Tær báðar vístu somuleiðis dirvi í mun til unga aldurin og at hetta vóru teirra fyrstu dystir á oyggjaleikunum, og tað gjørdi 15 ára gamla Sólja eisini í sínum dysti í einmansleiki, har hon vann 3-2 (og 11-9 í avgerandi setti) ímóti tí níggju ár eldri Meenal Viz.

 

4-0-sigurin ímóti Gibraltar tryggjaði Føroyum 7. plássið í liðkappingini og var ein góður endi á ein drúgvan dag í høllini.

 

Í morgin, týsdagin, er finala á skránni og harvið frídagur fyri føroyingarnar, sum fara at løða battaríini og helst eisini gagnnýta møguleikan at hyggja at øðrum ítróttargreinum og stuðla føroyingum har.

 

Mikudagin eru innleiðandi kappingar í einmansleiki, tvímansleiki og blandaðum tvímansleiki á skránni. Spæla føroyingar seg víðari úr bólkaspælinum, er ætlanin at stroyma hesar dystir beinleiðis á facebook-síðuni Borðtennissamband Føroya.