Skærmbillede 2023-07-11 kl. 17.38.24.png

Føroyar gjørdust nummar sjey í liðkappingini

Liðkappingin á oyggjaleikinunum er liðugt spæld og úrslitið gjørdist, at Føroyar gjørdust nummar sjey av teimum 13 luttakandi londunum. Føroyar høvdu sett nøsina upp eftir meira, men ásannast má eisini, at kappingin er sera stinn.

Í dag varð kappast um 5. - 8. plássið, og fyrsti dysturin í morgun var ímóti Grønlandi. Bæði liðini høvdu valt at blanda kortini heilt av nýggjum, og hóast fleiri tættar og góðar dystir, so vann Grønland teir allar og vann harvið liðdystin 4-0.

Síðani skuldi spælast um 7. plássið ímóti Cayman Islands. Her var klassamunur. Føroyar, mannaðar við øllum Jensen-systkjunum umframt Anju Wongwai, vunnu allar dystirnar greitt og vunnu harvið Føroyum ein 4-0-sigur og 7. plássið í kappingini.

Í morgin byrjar einmansleikurin. Menninir byrja kl.09.00, og kvinnurnar byrja kl.10:00. Borðtennissamband Føroya stroymir flest møguligar dystir á facebook-síðu síni.

 

Úrslit - dagur 3

 

Føroyar - Grønland 0-4
Albert Weihe Wolfsberg - Edvard Kristiansen 2-3
Britt Michelsen - Karlinannguaq Lundblad 0-3
Hallur Thorsteinsson - Brian Schultz 1-3
Henrietta Nielsen / Britt Michelsen - Karlinannguaq Lundblad / Juliane Schmidt 1-3

Føroyar - Cayman Islands 4-0
Fróði Fríðason Jensen - Wayne Alexander 3-1
Durita Fríðadóttir Jensen - Christine Isaacs 3-0
Ári Fríðason Jensen - Peter Smith 3-0
Durita Fríðadóttir Jensen / Anja Wongwai - Christine Isaacs / Violetta Pusztai 3-0