ig1.jpg
Britt Michelsen.

Flestu føroyingarnir spældu seg víðari

Í dag hevur verið kappast í einmansleiki á oyggjaleikunum á Guernsey, og har hava átta føroyingar luttikið. Gott var at síggja, at føroyingarnir av álvara hava spælt seg heitar, og seks út av teimum átta føroyingunum spældu seg víðari úr bólkaspælinum.

Albert Weihe Wolfsberg, Fróði Fríðason Jensen og Henrietta Nielsen gjørdust nummar eitt í sínum bólkum. Albert vann á Joshua Stacey (Guernsey) og Glenn Callow (Isle of Man), Fróði vann á Alfie Sutherland (Jersey) og Eddie Sandell (Áland), meðan Henrietta Nielsen vann á Wilma Dalugdugan (Isle of Man) og Violetta Pusztai (Cayman Islands).

Tey øll spældu seg víðari úr 1/16-finalunum - Albert vann 3-0 á Ian Bray úr Hetlandi og Fróði vann 3-2 á Brian Schultz úr Grølandi, men ruku síðani út í 1/8-finalunum ímóti sera stinnari mótstøðu, fyrrverandi finalistunum, ávikavist George Downing av Isle of Wight, og Garry Dodd av Guernsey.

Henrietta Nielsen streyk víðari í kappingini við 3-0-sigri á Tameesha Hobbs av Isle of Wight í 1/8-finaluni, men tapti síðani eina sera væl spælda fjórðingsfinalu 2-4 ímóti fleirfalda meistaranum, Alice Edwards (fyrr Loveridge) av Guernsey.

Ári Fríðason Jensen spældi seg eisini víðari úr bólkaspælinum. Hetta var væl avrikað hjá 18 ára gamla Ára, sum er á sínum fyrstu leikum, og í bólkaspælinum vann á Archie Constable úr Hetlandi. Hann tapti tó 1/16-finaluna ímóti Jack Anthony av Gibraltar.

Durita Fríðadóttir Jensen og Britt Michelsen spældu seg somuleiðis víðari úr bólkaspælinum. Durita vann bólkadyst ímóti Meenal Joshi av Gibraltar í bólkinum, og í 1/16-finaluni vann hon 3-2 á Marta Orfila av Menorka. Hetta var ein sera tættur dystur, har Durita hevði ein dystarbólt ímóti sær, men vísti góðar royndir og sálarliga styrki tá ið á stóð. Í 1/8-finaluni var hon tó prísgivin ímóti tí higartil einaráðandi Marinu Donner úr Álandi, sum vann 3-0 í einum væl leiktum dysti.

Britt Michelsen var í einum bólki við fýra leikarum, og vann tveir frálíkar sigrar 3-0 á Alison Laurensson (Hetland) og 3-2 á Patriciu Thorley av Isle of Wight áðrenn hon í 1/16-finaluni rendi seg í tí sera royndu Dawn Morgan av Guernsey, sum vann dystin 3-0.

Hallur Thorsteinsson og Anja Wongwai vóru í stinnum bólkum, og megnaðu ikki at spæla seg víðari. Hallur tapti tvær ferðir 2-3, meðan Anja Wongwai fekk sett í øllum dystunum, hon spældi, og gjørdist júst av stutt at fáa 2. plássið og víðari luttøku.

Tað var gleðiligt, at flestu føroyingarnir spældu seg víðari, og tað var ilt at seta fingurin á avrikini, tí leikararnir ruku út í dystum, har hinir leikararnir vóru greitt hægri styrkismettir. Í tí alsamt stinnari og stinnari kappingini kann tí staðfestast, at avrikini og úrslitini vóru á einari góðari leið.

Í morgin, hósdagin, er tvímansleikur hjá kvinnum og monnum á skránni, og fríggjadagin verður so seinasta kappingin, nevniliga í blandaðum tvímansleiki.