finalur-ley.jpg

Finalur leygardagin 14. apríl í høllini á Hálsi

Sum vant verða finalurnar í bestu kvinnu- og mansdeildunum í borðtennis leiktar á finaludegi saman við badminton og judo.

Hjá kvinnunum hittast Anna Mikkjalsdóttir og Lív Øster í finaluni í einmansleiki.

Í tvímansleiki hittast Anna Mikkjalsdóttir/Lív Øster og Elin Nolsøe/Durita F. Jensen.

Hjá monnunum hittast Fróði F. Jensen og Peter Niclasen í finaluni í einmansleiki.

Í tvímansleiki hittast Fróði F. Jensen/Hallur Thorsteinsson og Pætur Albinus/Peter Niclasen.