u-lands-oslo.jpg
Føroyskir leikarar spæla venjingardystir í Lørenskoghallen í dag.

Eru komin til borðini í Lørenskog

Føroyska ungdómslandsliðið er í hesum døgum í norska Oslo-býarpartinum, Lørenskog, har tað bæði er venjingarlega og kapping á skránni.

 

Føroyska ferðalagið kom fram í gjárkvøldið, og í morgun hava leikararnir tikið battið í hondina og eru farnir í holt við venjingardystir ímóti lokalum spælarum og nøkrum spælarum úr íslendska felagnum, KR. Hetta liggur so væl fyri, nú tað eisini er heilidagur í Noregi og øll hava frí, og føroysku leikararnir fáa við hesum eina rúgvu av góðum dystum í beinini ímóti fjølbroyttari mótstøðu.

 

Í morgin er aftur gerandisdagur í Noregi, og fyrra partin av degnum fara føroyingarnir at gagnnýta møguleikan at hyggja seg eitt sindur um í Oslo áðrenn tað um kvøldið aftur verður farið í venjingarhøllina.

 

Um vikuskiftið skal so stóra slagið standa. Tá luttaka føroysku spælararnir nevniliga í Mega Cup, sum er ein risa stór kapping og tann størsta av sínum slag í Noregi.

 

Føroyska ferðalagið verður aftur í Føroyum mánadagin.

 

Tey, sum eru við føroyska ungdómslandsliðnum á hesum túrinum, eru:

 

Anja Wongwai (TBF)

Ári Fríðason Jensen (Tór)

Bára Guttesen (TBF)

Beinta Dalfoss Joensen (TBF)

Britt Michelsen (TBF)

Hanna Fonsdal Højgaard (TBF)

Heri Lava Láadal (Tór)

Marin Elisabet Poulsen (TBF)

Rói Seyer Hjaltason (Tór)

Tórur Eið Eliasen (Tór)

Victoria Debes (TBF)