kap-ley.jpeg

Broytt kappingarskrá - kapping í Havn leygardagin

Fjórða Grand Prix-umfar verður spælt í høllini á Hálsi í Havn nú leygardagin 17. februar kl.12:00.

Kappingin varð herfyri útsett vegna veður og avlýsingar í samferðsluni, og neyðugt hevur tískil verið at broyta kappingarskránna eitt vet.

Kappingarnevndin hevur avgjørt, at spælt verður soleiðis:

- 17. februar: 4. Grand Prix-umfar í Havn
- 25. februar: 5. Grand Prix-umfar í Trongisvági

Spæld verða ikki fleiri enn hesi Grand Prix-umførini. Kappingarskráin sæst til høgru á forsíðuni og undir ”kalendari” ovast til høgru.

Vit vóna at síggja nógvar leikarar til kappingina í Havn nú leygardagin 17. februar kl.12:00, og heita á leikarar um at møta eina løtu áðrenn og boða frá luttøku við dómaraborðið.