2427_r_705_0.png

Borðtennis á torginum í SMS

Hesa vikuna er Heystfagnaður í SMS. Hetta er eitt átak við nógvum ymiskum ítrivum og framsýningum, sum kundar og vitjandi í SMS hava møguleika at royna og síggja nú heystferia er hjá føroysku skúlunum.

 

Fríggjadagin 19. oktober verður borðtennis eisini við. Tá verður nevniliga eitt borðtennisborð sett upp á torginum í SMS, har øll eru vælkomin at royna seg. Borðtennisborðið stendur uppi ímillum kl.12.00 og 17.00.

 

Tað er Borðtennisfelagið Tór í Havn, sum skipar fyri borðtennisøkinum á heystfagnaðinum. Umboð fyri felagið og nakrir royndir spælarar vera á staðnum at leggja teimum lag á, ið hava hug at royna seg.

 

- Vit hava merkt eina ávísa tilgongd og sum heild ein vaksandi áhuga fyri borðtennis fleiri staðni í landinum í ár, og vit fegnast um sleppa at vera við á heystfagnaðinum at vísa borðtennis fram fyri enn fleiri fólki, siga tey úr borðtennisfelagnum Tór.

 

Sjálva borðtennisborðið stendur sum nevnt uppi ímillum kl.12.00 og 17.00, men tað vera eisini onnur spennandi ítriv at royna á torginum í SMS hendan dagin, so tað er ikki at halda seg aftur.

 

Skráin – fríggjadagin 19. oktober

Kl.10-12: Tekniborð og borðspøl

Kl.12-17: ”Minka um skíggjatíðina” – kreativur verkstaður

Kl.12-17: Frítíðarfelagsskapir vera at hitta á torginum

Kl.15-17: Góðbitaborð við sunkist og køku