md-vinnarar.jpg
F.v. Ian Jacobsen, Andrew av Fløtum og Andras Nolsøe.

Andrew var bestur í miðaldeildini

Sum siður er tá innleiðandi FM-kappingin verður spæld, verður miðaldeildini eisini spæld hetta sama kvøld. Miðaldeildin er ein opin kapping, har pláss er fyri øllum leikarum, óansæð aldur og støði.

Hóast allir leikarar ikki raðfesta venjingarstøðuna í borðtennis so ovarliga, so er miðaldeildin eyðkend fyri, at kappingarhugurin - og eisini lagið - er í topp.

Í ár vóru sjey luttakarar, og ímillum teirra vóru fleiri kend nøvn - bæði frá borðtennis og øðrum.

Bestur av teimum sjey gjørdist fótbóltssnillingurin, Andrew av Fløtum, sum prógvaði, at hann eisini hevur góð kynstur við battinum. Honum á baki komu Ian Jacobsen og so fyrrverandi formaður borðtennissambandsins, Andras Nolsøe.

Miðaldeild - úrslit

 

Einmansleikur

  1. Andrew av Fløtum
  2. Ian Jacobsen
  3. Andras Nolsøe
  4. Edvard Faa Nårstad
  5. Rógvi Nolsøe Hansen
  6. Eyðstein Sørensen
  7. Gudmund Djurhuus

 

Tvímansleikur

  1. Andras Nolsøe og Ian Jacobsen
  2. Rógvi Nolsøe Hansen og Edvard Faa Nårstad
  3. Eyðstein Sørensen og Gudmund Djurhuus

 


F.v.: Edvard Faa Nårstad, Eyðstein Sørensen, Ian Jacobsen, Andrew av Fløtum, Andras Nolsøe, Gudmund Djurhuus og Rógvi Nolsøe Hansen.