kapping-havn-23.PNG (1)

2. GP-umfar í Havn leygardagin

Nú verður aftur farið at kappast. Leygardagin verður nevniliga 2. Grand Prix-umfar spælt í høllini á Hálsi í Havn.

Kappingin byrjar kl.12:00, tá ið leikarar úr TBF eru komnir úr Smyrli og í høllina.

32 leikarar vóru við til fyrsta umfar, og Borðtennissamband Føroya vónar, at tey somu - og fleiri enn - koma at royna seg til kappingar.

Allir bólkavinnarar fáa ein vinning, og tá ið øll Grand Prix-umførini eru spæld, verða endaligu úrslitini tøld saman, og tríggir teir bestu leikararnir í hvørjum aldursbólki fáa heiðursmerkir.