Søgan

 

Borðtennissamband Føroya varð sett á stovn 16. mai 1980. Borðtennis í Føroyum var í mong ár skipað av einari borðtennisdeild, men á aðalfundi 25. oktober 1979 varð samtykt at skipa seg sum sersamband undir Ítróttasambandi Føroya, og 16. mai 1980 varð so Borðtennissamband Føroya sett á stovn.

Nevndirnar

Ronnie Midjord var fyrsti formaður í Borðtennissambandi Føroya.

 

Fyrsti formaður í Borðtennissambandi Føroya var Ronnie Midjord av Tvøroyri. Afturat sær í starvsnevndini hevði hann Helga á Fløtti sum næstformann og Jóannes Ellingsgaard sum skrivara. Í kappingarnevndini vóru Hákun Djurhuus, Ivan Niclasen og Hákun Olsen, og formaður í fíggjarnevndini var Finn Thomsen.

 

Formenn- og kvinnur í starvsnevndini í Borðtennissambandi Føroya hava síðani verið Finn Thomsen, Grækaris D. Magnussen, George Niclasen, Niels Petersen, Leo Poulsen, Andras Nolsøe, Ivan Niclasen, Jóannes Guttesen og Elinborg C. Mortensen. Elinborg varð vald til forkvinnu í 2020 og er fyrsta forkvinnan í søgu Borðtennissambandsins.

 

Búmerkið

F.v.: Upprunaliga búmerkið, reinteknaða gamla búmerkið og nýggja búmerkið (síðani januar 2019)

 

Fyri at finna eitt hóskandi búmerki til Borðtennissamband Føroya valdi nevndin í 1981 at útskriva búmerkjakapping. Inn komu 15 uppskot, og tá ið saman um kom varð uppskotið hjá Jákupi Hjaltalin valt. Hann fekk 2000 krónur fyri ómakin, og Borðtennissamband Føroya hevði nú fingið sítt fyrsta búmerki.

 

Borðtennissamband Føroya fekk nýtt búmerki í 2019. Avrátt varð, at búmerkið skuldi vera meira tíðarhóskandi, og at tað í størri mun skuldi vera hugkveikt av litunum í Merkinum – at grái og grøni liturin í gamla búmerkinum skuldi býtast um við reytt, blátt og hvítt. Nýggja búmerkið gjørdi nevndin í samstarvi við grafikara.

 

EM í Bern 1980

Sverre og Ronnie Midjord á vitjan á donsku sendistovuni í Bern í 1980.

 

Hóast Borðtennissamband Føroya ikki varð sett á stovn fyrr enn í 1980, so fekk føroyskt borðtennis altjóða limaskap miðskeiðis í 1970-unum. Tað var ein av undangongumonnunum í føroyskum borðtennis, Sverre Midjord, sum tosaði við formenninar í norska og svenska borðtennissambandinum, og fekk teir at stuðla einari føroyskari umsókn, sum varð gingin á møti, og sum slóðaði fyri at borðtennis, sum ein hin allarfyrsta ítróttargreinin í Føroyum, fekk altjóða limaskap.

 

Stovningsárið 1980 luttók føroyska borðtennislandsliðið í EM í Bern, Sveis. Teir, sum mannaðu føroyska liðið, vóru Rólant Sørensen, Christian Christiansen, Birgir Carlsson og Jógvan Ellefsen. Ferðaleiðarar vóru Sverre Midjord, Ronnie Midjord og Finnur Helmsdal. Mótstøðulondini vóru eitt nú Vesturtýskland, Tjekkoslovakia, Noreg, Malta og Sveis. Hetta var stinn mótstøða, og føroyingarnir vunnu einki sett, hóast tað í nøkrum førum var tætt við.

 

Sum nýggjur limur í stóru familjuni fekk føroyska liðið nógva umtalu í bløðunum í Sveis, og varð bjóðað saman við danska liðnum til móttøku á donsku sendistovuni í Bern. Danski sendiharrin, Erik Thrane, sum var fyrrverandi ST- og EFTA-sendiharri í Geneve, og kendi væl føroysk viðurskifti, gleddist um at sleppa at heilsa upp á føroyingarnar.

 

Dagin fyri at EM varð sett gjørdist annars greitt, at sveisisku fyriskipararnir ikki áttu nakað føroyskt flagg til setanina. Hetta fann Sverre Midjord seg als ikki í, og hann syrgdi fyri at eitt føroyskt flagg varð seymað náttina upp til setanina. Tá ið saman um kom bleiktraði Merkið tískil á jøvnum føti við hini londini til setanina, og hetta markaði ein altjóða limaskap og luttøku, sum Føroyar hava hildið síðani.